logo

Vevnaðarskráin er biobankin hjá Fólkaheilsustýrinum. Í Vevnaðarskránni verður vevnaður goymdur, sum fólk hava latið í sambandi við ítøkiligar granskingarverkætlanir, men talan kann eisini vera um vevnað, sum er í varðveitslu í savninum hjá heilsuverkinum.

Fólkaheilsustýrið hevur sáttmála við Landssjúkrahúsið um at savna inn vevnaðarroyndir til framtíðar granskingarendamál. Hetta er ein skipan, sum savnar royndir í førum, tá læknar meta tað vera viðkomandi, og persónurin sjálvur eisini er áhugaður í tí, so virkast kann fyri møguligum komandi granskingarverkætlanum innan eitthvørt øki. Í ávísum førum kann Vísindasiðsemisnevndin lata undantaksloyvi til at brúka royndir frá farnum persónum uttan samtykki. Um neyðugt er at fáa til vega vevnað frá ávísum persónum, fer hetta fram við heimild í eitt nú Ílegulógini og Dátuverndarlógini.

Í sambandi við granskingarverkætlanir og forkanningar skal ein kliniskur ábyrgdarhavi setast. Kliniski ábyrgdarhavin er eitt løggilt heilsustarvsfólk, ið er knýtt at føroyska heilsuverkinum. Heilsuverkið fevnir um sjúkrahús, kommunulæknar, apoteksverkið, tannlæknar og serlæknar. Uppgávan hjá kliniska ábyrgdarhavanum er m.a. at tryggja rættleikan á diagnosum, ið verða veittar Fólkaheilsustýrinum, umframt at veita nøktandi kunning til fólk, ið lata vevnað til granskingarverkætlanir.