logo

Í Krabbameinsskránni eru upplýsingar um kyn, aldur, fyrsta læknaliga sambandið, diagnosu, dagfesting fyri diagnosu, slag av krabbameini, kanningar og dagfestingar fyri viðgerð.

Upplýsingarnar verða skrásettar í Føroyum, og eina ferð árliga fer umboð frá Sjúkrahúsverkinum til Danmarkar at gjørgnumganga tilfarið saman við Statens Serum Institut. Tilfarið verður síðani ført inn í Nordcan.

Søgan um Krabbameinsskránna er í stuttum, at fyri góðum 25 árum síðani kom ein áheitan frá Kræftens Bekæmpelse um at stovna eina deild í Føroyum. Á hvørjum ári verður alt tilfarið gjøgnumgingið. Hugt verður eftir øllum teimum, ið eru deyð og øllum, sum eru skrásett í Krabbameinsskránni. Farið verður regluliga fimm ár aftur í tíð fyri at fáa alt við.