logo

Fólkaheilsustýrið skipar heilsufakliga økið í Føroyum og veitir granskingargrundaða ráðgeving við støði í føroyskum heilsu- og samfelagsviðurskiftum. Málið er at fáa yvirlit, kunnleika og byggja upp eitt grundarlag fyri heilsufremjandi átøkum.

Fólkaheilsustýrið umsitur tilbúgvingina í føroyska heilsuverkinum og ger vegleiðingar til heilsulóggávu og tilmæli til myndugleikar og stovnar. Stovnurin stendur fyri upplýsing og tiltøkum um fólkaheilsu sum heild, og umsitur heilsufremjandi og fyribyrgjandi partin av arbeiðinum við fólkaheilsu.

Fólkaheilsustýrið mennir og viðger hagtøl, eins og greiningar og heilsufrágreiðingar verða gjørdar. Stýrið mennir og umsitir heilsuskráir, m.a. Ættarbandsskránna og eina nýggja landssjúklingaskrá, og viðger umsóknir um loyvi til at granska í skráunum.

Stigvíst verða fleiri nýggjar uppgávur lagdar til Fólkaheilsustýrið.

Fólkaheilsustýrið er ein sjálvstøðugur stovnur undir Heilsumálaráðnum og fór formliga at virka 1. januar 2023, tá virksemið hjá Fólkaheilsuráðnum, Ílegusavninum og Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu varð savnað undir nýggja stovninum.