logo

Fólkaheilsustýrið skal tilevna vegleiðingar og leiðreglur til heilsulóggávu. Hetta arbeiðið fer í gongd heystið 2023.

Sjúkrahúsverkið hevur eina skipan (PLI - Politikk, Leiðreglur, Instruks), fyri sjúkraviðgerð á sjúkrahúsi. Henda skipan verður regluliga dagførd og ætlanin er, at leiðreglur innan Heilsuverkið fylgja hesum leistinum.

Til vegleiðingin hjá Fólkaheilsustýrinum er klár, kunnu leiðreglurnar hjá Sundhedsstyrelsen brúkast sum grundarlag.