logo

Ættarbandsskráin er ein ættartalva fyri allar føroyingar frá umleið 1650 til í dag, og í ávísum førum ber til at greina ættina heilt aftur til 1100-talið. Í dag eru tilsamans 149.000 fólk skrásett í Ættarbandsskránni.

Endamálið við Ættarbandsskránni er at kanna sambandið millum ættarbregði og sjúku. Skráin kann m.a verða brúkt til at greina arvagongdina hjá arvaligum sjúkum í ávísum familjum. Eisini kann hon verða brúkt til at tryggja sær, at luttakarar í eini granskingarverkætlan ikki eru ov tætt skyldir, tí tað kann geva misvísandi kanningarúrslit. Ættarbandsskráin er sostatt eitt sera hent amboð bæði hjá læknum og granskarum.

Ættarbandsskráin varð gjørd í samstarvi við Tjóðskjalasavnið. Skrásetingararbeiðið byggir á keldur so sum ministerialbøkur (kirkjubøkur), Landsfólkayvirlitið, fólkateljingar o.a.

Fólkaheilsustýrið umsitur Ættarbandsskránna og viðger umsóknir um at granska í upplýsingum í henni.

Keldur

Skrásetingararbeiðið byggir á keldur so sum ministerialbøkur (kirkjubøkur), Landsfólkayvirlitið, fólkateljingar v.m. 

Feilir kunnu koma fyri, tí skrásetingarnar eru ikki rættlisnar.

Um tú hevur rættingar til Ættarbandsskránna, ert tú vælkomin at boða frá rættingum inni á Vanganum. Tað gert tú inni á Ættarbandsskránni á tínum ættartræi, har møguleiki er at skráseta ella rætta skyldfólk.  

Fráboðanin krevur galdandi skjalprógv.

Av tí at tað kann vera trupult at fáa hendur á álítandi keldutilfari til Ættarbandsskránna, tá ið farið verður longri aftur enn 1801, skulu vit gera vart við, at vit treyðugt gera broytingar, sum liggja áðrenn 1801.