logo

Miðjan september 2023 fór stóra fólkaheilsukanningin hjá Fólkaheilsustýrinum, ”Hvussu hevur tú tað?”, av bakkastokki. Talan er um eina spurnakanning um heilsu, trivnað og lívsstíl. Málið er at fáa til vega vitan og gera hagfrøðisligar greiningar, sum kunnu brúkast til at bøta um fólkaheilsuna í Føroyum. Kanningin útvegar upplýsingar um heilsustøðuna hjá føroyingum kring landið, sum heilsuverk og myndugleikar kunnu brúka sum grundarlag fyri at leggja til rættis og raðfesta átøk á heilsuøkinum.

8.000 tilvildarliga valdir føroyingar hava fingið innbjóðing sendandi um at luttaka í kanningini. Sjálv kanningin fer fram á Vanganum, har luttakarar svara spurningum, sum snúgva seg einamest um heilsu, lívsstíl og trivnað. Luttøkan er navnloynd, tvs. at til ber ikki at teingja svarini saman við einstøkum luttakarum.

Afturvendandi kanning
Hetta er triðju ferð, at spurt verður, hvussu føroyingar hava tað. Sama kanning varð gjørd í 2015 og í 2019, og tí ber til at gera samanberingar og meta um eina møguliga gongd, eins og úrslitini kunnu samanberast við líknandi kanningar í grannalondum okkara.

Breið umboðan
Umráðandi er at fáa øll øki í landinum við fyri at fáa eina rætta mynd av heilsustøðuni kring allar Føroyar. Liviumstøður, tørvur o.a. eru ymisk, alt eftir hvar tú býrt, tí er eisini hugsandi, at fólk svara ymiskt kring landið. Neyðugt er tí, at øll øki í landinum verða javnt umboðað í kanningini, bæði fyri at geva eina rætta heildarmynd, men eisini fyri at kunna seta inn við møguligum heilsuátøkum alt eftir tørvi í lokaløkjunum. Eingi kanningarúrslit verða gjørd upp fyri einstakar bygdir ella kommunur, men heldur fyri øki í landinum. Hetta verður gjørt fyri at tryggja anonymitetin hjá luttakarunum.

Niðanfyri fæst svar uppá mest settu spurningarnar í sambandi við kanningina.

Vinningar

Sum tøkk fyri tína tíð, ert tú við í lutakastinum um tríggjar vinningar:

6.000 kr
4.000 kr frá Atlantic Airways
2.000 kr

Vit kasta lut millum allar luttakarar, sum hava svarað og hava játtað at vera við í lutakastinum. Luttøkan í lutakastinum er óheft av tínum svari. Vinnarar fáa beinleiðis boð seinni í ár.

Ofta settir spurningar

Hví eri eg vald/ur til hesa kanning?

Luttakarar í kanningini eru tilvildarliga valdir úr Fólkayvirlitinum millum allar borgarar í Føroyum, ið eru millum 18 og 85 ár.

Hvussu nógv eru vald at luttaka?

Spurnablaðið er sent til uml. 8.000 tilvildarliga valdar borgarar í Føroyum.

Hvør stendur fyri kanningini?

Fólkaheilsustýrið stendur fyri kanningini.

Hví skal eg svara so nógvum spurningum?

Vit seta nógvar spurningar, tí vit vilja fáa lýst nágreiniligu heilsustøðuna hjá føroyingum soleiðis, at vit fáa eitt haldgott grundarlag fyri at gera heilsuátøk. Upplýsingarnar geva okkum millum annað møguleika fyri at gera okkum eina mynd av, hvussu sjúka hongur saman við liviumstøðum, lívsstíli og trivnaði.

Hvat skulu míni svar brúkast til?

Tíni svar eru týdningarmikil, tí tey geva okkum vitan bæði um, hvussu støðan er í Føroyum sum heild og av støðuni í lokaløkjunum kring landið. Hetta kann geva heilsuverkinum og myndugleikunum henta vitan, sum kann brúkast sum grundarlag fyri at menna og raðfesta heilsu- og fyribyrgingarátøk á skynsamasta hátt og harvið betra um fólkaheilsuna. Samstundis kunnu tíni svar brúkast til gransking í, hvat hevur týdning fyri okkara trivnað, heilsu og sjúku.

Hevur tað nakran týdning, at eg svari?

Ja, tað hevur týdning. Fyri at hava møguleika at fáa eina rætta mynd av heilsustøðuni í Føroyum, er umráðandi, at so nógv sum gjørligt av teimum innbodnu, svara. Øll svar eru líka týdningarmikil, og eingi svar eru óneyðug. Tíni svar eru ein týdningarmikil liður í samlaðu myndini.

Eg eri ikki sjúk/ur. Skal eg svara kortini?

Ja, óansæð um tú ert frísk/ur og væl fyri, hevur tað minni gott ella ert sjúk/ur, so eru tíni svar týdningarmikil. Tíni svar geva, saman við svarunum frá hinum tilvildarliga valdu persónunum, eina støðumynd av heilsustøðuni í øllum Føroyum. Øll svar eru tí týdningarmikil, og eingi svar hava størri týdning enn onnur.

Eg havi longu svarað spurnablaðnum. Hví fái eg nýggja áheitan?

Fyri at fáa so nógv at svara sum gjørligt, senda vit eina áminning til teirra, sum ikki hava svarað innan nakrar vikur. Áminningin er mest sannlíkt send, áðrenn vit hava móttikið títt svar. Um tú longu hevur svarað spurnablaðnum, siga vit takk fyri, og tú kanst síggja burtur frá áminningini. Um tú hevur svarað á netinum, kann tað vera, at tú fært áminningina, tí tú ikki hevur trýst á “send” á síðstu síðu í spurnablaðnum.

Ein spurningur er, sum eg ikki kann ella vil svara uppá. Hvat geri eg?

Um tú heldur tað vera ringt at svara heilt neyvt uppá ein spurning, svara so væl, tú kanst. Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Vár Honnudóttir, samskipara, á tel. 233055. Um spurningar eru, sum tú ikki kanst ella vilt svara, kanst tú leypa teir spurningarnar um og halda fram at svara restini av spurningunum.

Eg eri við barn ella sjúk/ur í løtuni. Hvat skal eg svara?

Vit vilja lýsa heilsu og trivnað hjá føroyingum, sum støðan er beint nú. Tí heita vit á teg um at svara út frá teirri støðu, tú ert í júst nú, hóast støðan ikki er, sum hon plagar at vera hjá tær.

Hvussu skal eg svara, um eg fyri kortum eri skadd/ur ella skurðviðgjørd/ur ?

Vit vilja lýsa heilsu og trivnað hjá føroyingum, sum støðan er júst nú. Tí heita vit á teg um at svara út frá tíni støðu júst nú, hóast støðan ikki er, sum hon plagar at vera hjá tær.

Onkur annar/onnur í húskinum hevur fingið spurnablað, men vil ikki svara. Kann eg luttaka í staðin?

Nei, tíverri. Spurnablaðið er persónligt. Um ein annar persónur enn tann, sum er tilvildarliga útvaldur, svarar, er tað ikki tilvildarliga útvalt, og tað gevur eitt misvísandi úrslit.

Kann eg fáa onnur at hjálpa mær at svara, um eg orsakað av breki/sjúku ikki megni tað sjálv/ur

Ja, tað kanst tú gott, men tað eru umráðandi, at tað eru tíni egnu svar.

Eg eri ov gomul/gamal til sovorðið. Hví eru tit áhugað í at vita nakað um meg?

Tað er sera umráðandi fyri okkum, at fólk í tínum aldursbólki eisini svara spurningunum. Vit skulu hava eina kanning av heilsuni hjá øllum føroyingum úr 18 árum og heilt upp til elstu føroyingarnar. Frá teimum eldru er nevniliga nógv at læra. Til dømis er tað áhugavert, hvussu tað hevur eydnast tær/tygum, at blíva so gomul/gamal? Tað kunnu vit millum annað fáa ábendingar um við støði í teimum spurningunum, vit seta í spurnablaðnum.

Eri eg tryggjað/ur anonymitet?

Spurnakanningin verður goymd við bronglaðum p-tali. Sertifikatið til bronglingina, ið verður gjørt, so hvørt sum borgarin svarar, eigur Vangin. Fólkaheilsustýrið hevur ikki atgongd til sertifikatið. Fólkaheilsustýrið hevur sostatt ikki møguleika at gera knýti millum eitt p-tal og eitt svarað spurnablað.

Tá ið tú hevur svarað kanningini endaliga og sent svarini til Fólkaheilsustýrið, verður bronglaða p-talið strikað. Tað merkir, at eingin, heldur ikki borgarin, kann heinta síni svar aftur, tí knýtið er strikað.

Sertifikatið, sum Vangin nýtir til bronglingina, verður strikað, tá spurnakanningin er liðug.

Tá svarini eru latin Fólkaheilsustýrinum, verða navn og aðrar upplýsingar skrásett í sundurskildari skipan, soleiðis at til ber hjá Fólkaheilsustýrinum at síggja, hvør hevur sent spurnablaðið inn, uttan at møguleiki er fyri at síggja, hvat viðkomandi hevur svarað.

Tú ert vælkomin at ringja, um ivamál eru.

Hvar kann eg fáa meira kunning ella hjálp?

Hevur tú tørv á meira kunning um kanningina, ella hevur tú spurningar um spurnablaðið, sum tú ikki hevur fingið svar uppá her, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Vár Honnudóttir, samskipara, á tel. 233055.

Hví verða vinningar latnir?

Vit lata vinningar fyri at takka luttakarunum fyri, at teir hava givið sær stundir til at svara spurnablaðnum. Kanningar vísa, at luting av vinningum geva fleir svar, og vit hava tørv á so nógvum svarum sum gjørligt.