logo

At vera virkin kropsliga, sálarliga, sosialt og andaliga er sambært gransking við til at betra um sálarligu heilsuna og varðveita góða sálarliga heilsu.

Álmanakkarnir Virkin januar eru tøkir til ávikavist børn, ung og vaksin. Teir innihalda eina rúgvu av hugskotum til, hvussu tú hvønn dag í januar kann gera nakrar smáar gerðir, sum kunnu styrkja tína sálarligu heilsu og gera, at tú kennir teg betri fyri. Tað er upp til tín, um tú vilt fylgja uppskotunum hvønn dag, av og á, brúka álmanakkan sum íblástur, ella um tú hevur tíni egnu hugskot til, hvussu tú vilt vera virkin í januar. Tað eru tær smáu gerðirnar sum telja, men tess meira virkin tú ert á ymiskar mátar, tess betri er tað fyri sálarligu heilsuna.

Tú kanst heinta álmanakkarnar niðanfyri sum pdf ella mynd:

Til børn:

Álmanakki til børn sum pdf:Børn_virkinjanuar2024.pdf

Álmanakki til børn sum mynd:Børn_virkinjanuar2024..png

Til ung:

Álmanakki til ung sum pdf: Ung_virkinjanuar2024.pdf

Álmanakki til ung sum mynd: Ung_virkinjanuar2024.png

Til vaksin:

Álmanakki til vaksin sum pdf: Vaksin_virkinjanuar2024.pdf

Álmanakki til vaksin sum mynd: Vaksin_virkinjanuar2024.png