logo

At vera kropsliga virkin hevur týðandi heilsuágóðar fyri hjartað, kroppin og sinnið. Kropslig rørsla og venjing eru heilsufremjandi og fyribyrgja sjúku. Leiðreglurnar hjá Sundhedsstyrelsen.

Tilmælini frá heimsheilsustovninum WHO, eru, at vaksin skulu venja úthaldni 150 minuttir um vikuna ella venja úthaldni 75 minuttir við stórari arbeiðstyngd. Børn eiga at venja úthaldni við miðal og stórari arbeiðstyngd ein tíma um dagin. Eisini eiga bæði børn, ung og vaksin at vera kropsliga virkin og venja styrkivenjing fyri at styrkja stóru vøddabólkarnar tvær til tríggjar ferðir um vikuna. 

Øll, ung sum gomul, kunnu við rørslu. Ein nýtist ikki at íðka harðan ítrótt fyri at betra um heilsuna. Rørsla hevur víst seg at minka/fyribyrgja sjúku so sum diabetis, hjarta-kar, krabbamein o.a. Harafturat hevur rørsla víst seg at betra um trivnað og sálarliga heilsu. Fyri eldri hevur rørsla við sær betri balansu og likamliga støðu. Eisini kognitiva funktión kann varveitast longur við rørslu.

Kropsligt virksemi er øll sløg av rørslu, ið fær pulsin upp. Talan kann vera um óskipaða rørslu, har vit brúka kroppin í gerandisdegnum, ella skipað regluligt kropsligt virksemi sum eitt nú venjing ella íðkan av ítrótti. Rørsla nýtist ikki neyðturviliga at fremjast í venjingarklæðum ella í einari venjingarmiðstøð. 

Mælt verður til, at fólk í øllum aldri røra seg meira hvønn einasta dag. Hetta hevur risa gagnligar heilsuágóðar. Øll rørsla munar.