logo

Tvíburaskráin er ein dátugrunnur við øllum tvíburum, sum eru føddir í Føroyum síðani 1700. Í skránni eru upplýsingar um 1546 tvíburapør, og skráin er ætlað heilsugransking. Tvíburagransking verður serliga brúkt samanberandi til at meta um ávirkan frá umhvørvi og arvi.

Tvíburaskráin er partur av Ættarbandsskránni hjá Fólkaheilsustýrinum, og upplýsingarnar koma úr kirkjubókum og ættartalvum. Skráin inniheldur upplýsingar um føðidag, møguligan deyðsdag og um kyn hjá tvíburunum.

Í dag eru um 900 tvíburapør á lívi í Føroyum.