logo

Tá ið talan er um ílegugransking ber til at fáa atgongd til navnloyndar dátur úr Vevnaðarskránni, Diagnosuskránni og Ættarbandsskránni, sum fluttu yvir í Fólkaheilsustýrið tá ið Ílegusavnið varð flutt yvir í Fólkaheilsustýrið.

Fólkaheilsustýrið samstarvar við lærustovnar, vinnulív, granskarar eins væl og lesandi.

Tú kanst fáa atgongd til dáturnar í skráunum við einum sáttmála við Fólkaheilsustýrið. Sáttmálin gevur tær rættindi til at granska í ávísum tilfari eitt avmarkað tíðarskeið og til at geva út ávísa nøgd av vísindaligum greinum.  Fyri at fáa sáttmála í lag er krav, at tú hevur góðkenningar frá viðkomandi myndugleikum:

  • Sáttmáli við Fólkaheilsustýrið
  • Kliniskur ábyrgdahavi (Heilsustarvsfólk við løggilding, ið hevur tilknýti til tað føroyska heilsuverkið)
  • Góðkenning frá Vísindasiðsemisnevndini (tó ikki til øll sløg av registarakanningar)
  • Váttan at krøv í Dátuverndarlógini eru uppfylgd 

Til ber at samstarva við Fólkaheilsustýrið bæði um íleguverkætlanir, epidemiologiskar verkætlanir o.s.fr. Set teg í samband við okkum fyri at frætta nærri um møguligt samstarv, avmarkingar og møguleikar.