logo

Í Diagnosuskránni eru upplýsingar um diagnosur og aðrar heilsuupplýsingar, sum verða latnar í sambandi við ítøkiligar verkætlanir ella forkanningar innan ílegugransking. Diagnosurnar í Diagnosuskránni eru settar í heilsuverkinum tvs. hjá kommunulækna, tannlækna, á sjúkrahúsi og apoteksverki.

Upplýsingar um diagnosur og aðrar viðkomandi heilsuupplýsingar verða fingnar til vega og skrásettar í Diagnosuskránni við samtykki frá einstaka luttakarunum. 

Bert WHO-flokkaðar diagnosur og upplýsingar, sum eru fingnar til vega úr vevnaðinum, verða goymdar í Diagnosuskránni.