logo

Kostráðini hjá Fólkaheilsustýrinum eru leiðreglur fyri, hvussu vit kunnu fáa eina sunna og umhvørvisvinarliga javnvág í okkara mat- og drykkjuvanar. Fylgir tú kostráðunum, fær kroppurin nøktað tørvin á vitaminum, mineralum og øðrum avgerandi føðsluevnum, umframt at tað hevur týdning fyri tannheilsuna. Einasta undantakið er, at tú skalt taka ískoyti av D-vitamin. Samstundis verður tað eisini lættari at hava eina hóskandi vekt, og minkast kann um vandan fyri lívsstílssjúkum sum til dømis hjartaæðrasjúkum, diabetes og krabbameini. 

Almennu kostráðini – góð fyri heilsuna og umhvørvið vórðu almannakunngjørd 10. juni í 2021. Tey sameina atlit til heilsu, føroyska matmentan og umhvørvi. Sum nakað nýtt er stórur dentur lagdur á umhvørvisvernd, staðbundna framleiðslu og stuttfluttar matvørur.

Føroysku kostráðini taka støði í yvirskipaðu vísindaligu norðurlendsku kostráðunum (NNR: Nordic Nutrition Recommendations 2022), ið lýsa, hvussu vit bæði eta heilsugott og burðardygt. NNR 2022 føðslutilmælisfrágreiðingin er úrslit av áralongum norðurlendskum samstarvi millum góðar 400 vísindaligar serfrøðingar og granskarar. Kostráðini ganga eisini hond í hond við fleiri av altjóða heimsmálunum.         

  • Et planturíkt, fjølbroytt og ikki ov nógv
  • Et nógv meira grønmeti og frukt
  • Et minni kjøt – og meira fisk og bjølgfruktir
  • Et fullkornsríkan mat
  • Vel plantuoljur og soltnar mjólkarúrdráttir
  • Et minni søtt, salt og feitt
  • Sløkk tostan við vatni

Kostráðini sum heilsufremjandi amboð
Hóast vit hava haft kostráð í nógv ár, endurspegla tey ikki tað, ið vit leggja á tallerkar okkara. At broyta matvanar er ikki ein løtt uppgáva – matvanar snúgva seg millum annað um ein rótfestan sosialan atburð, persónlig val og freistingar á handilshillunum, og verður hetta eisini ávirkað av innflutingsmentanini og matframleiðsluni. Vit kunnu tískil ikki bert dúva uppá, at matvanar og matval broytast hjá brúkaranum. Vit mugu eisini leggja dent á, at samfelagið tekur lut í at broyta føroyska matumhvørvið, sum brúkarin ferðast í dagliga, við tí fyri eyga at tað gerst lættari at velja heilsugott, og tað minni heilsugóða gerst minni atkomuligt.