logo

Øll foreldur at børnum, sum verða fødd í Føroyum, fáa tilboð um at lata barnið kanna fyri 25 álvarsligar sjúkur, sum kunnu geva álvarsligt mein, um tær ikki verða funnar og viðgjørdar tíðliga.

Mannagongd
Mannagongdin í kanningini er, barnið fær eitt prik í hælin 48-72 tímar eftir føðing, har ein blóðroynd verður tikin. Blóðið verður koyrt á eitt serligt filtpappír, eitt sonevnt PKU-kort. PKU-kortið eitur eftir fyrstu sjúkuni, sum kannað var fyri, Phenylketonuri (føllingssjúka), stytt PKU.

Hælblóðroyndirnar (PKU-kortini) verða sendar til Statens Serum Institut (SSI) í Danmark og eru partur av kanningunum, sum stovnurin fremur av øllum børnum, sum verða fødd í danska ríkinum. Blóðroyndirnar eru tøkar til kanningar hjá SSI í upp til 12 mánaðir, og síðani verður avlopstilfarið sent til Føroya í varðveitslu hjá Fólkaheilsustýrinum. Blóðroyndirnar verða partur av teim skráum, sum Fólkaheilsustýrið umsitur, og kunnu brúkast til gransking, um samtykki verður givið til tað.

Sjúkurnar
Síðani 1986 hava allir nýføðingar í Føroyum fingið tilboð um kanningina, ið við árunum er víðkað til at fevna um alt fleiri sjúkur. Kanningarnar fevna í løtuni um 25 álvarsligar, viðføddar sjúkur. Fyri allar sjúkurnar er galdandi, at tær vísa seg eftir føðing, summar brádliga og aðrar so líðandi, og tær kunnu elva til álvarsligt mein. Felags fyri allar sjúkurnar er eisini, at tær kunnu viðgerast. Verða tær funnar tíðliga, og verður barnið sett í skjóta viðgerð, fær tað í flestu førum ikki mein og kann liva eitt heilt vanligt lív.

Eitt yvirlit yvir og nærri kunning um tær 25 sjúkurnar, kanningin fevnir um, er at finna her.

Kanningarúrslit
Úrslitini frá kanningunum verða send tí sjúkrahúsinum, har royndin varð tikin, og úrslitini verða skrásett í sjúkujournalini hjá barninum. Vísa kanningarnar, at barnið møguliga er sjúkt, setir ein serlækni seg í samband við foreldrini beinanvegin.

Er alt í lagi í kanningunum, hoyra foreldrini vanliga ikki aftur frá sjúkrahúsinum.

Atgongd til royndirnar
Treytirnar fyri at fáa atgongd til at granska í PKU-kortunum eru tær somu sum til aðru gransking í eitt nú Vevnaðarskránni hjá Fólkaheilsustýrinum, og samtykki krevst frá einstøku luttakarunum.

Les meira um treytirnar her.