logo

Arbeiðið við heilsuskráum í Fólkaheilsustýrinum verður uppraðfest og styrkt komandi árini, so Fólkaheilsustýrið kann fáa haldgott grundarlag til at veita heilsufakliga ráðgeving og gera tilmæli um ráðlegging innan heilsuverkið v.m.

Fólkaheilsustýrið skal í samstarvi við Landslæknan fáa til vega avrit av verandi upplýsingum um føroyingar í donsku skráunum: Dødsårsagsregisteret, Fødselsregisteret og Register om smitsomme sygdomme, soleiðis at hesar upplýsingar verða goymdar í Fólkaheilsustýrinum. Talan er um yvirskipaðar heilsuskráir, sum fevna um upplýsingar um allar føroyingar. Tí er umráðandi, at skráirnar verða dagførdar javnan við upplýsingum um deyðsorsøk, føðing og smittandi sjúkur.

Skjøtul verður eisini settur á arbeiðið, at fáa upplýsingar um føroyingar í útlendskum skráum til Føroya, har tær verða í varðveitslu í skrá undir Fólkaheilsustýrinum. T.d. kunnu upplýsingar um føroyingar í Misdannelsesregisteret og øðrum útlendskum skráum møguliga vera partur av upplýsingunum í Landssjúklingaskránni.

Pappírsjournalirnar hjá Gigni og kommunulæknum eiga at verða skrásettar talgilt, so at upplýsingarnar kunnu verða skrásettar í Landssjúklingaskránni.

Sum frálíður verður ein borgaravend skrá ella heimasíða ment, har borgarin kann síggja allar sínar heilsuupplýsingar umframt kunning um heilsuviðurskifti sum heild.

Dømi um aðrar skráir, sum kunnu staðsetast hjá Fólkaheilsustýrinum, um støða verður tikin til tað politiskt, eru:

  • føroysk vevnaðarnýtsluskrá
  • viðgerðartestamentiskrá 
  • skipan um ótilætlaðar hendingar í heilsuverkinum
  • organdonatiónsskrá