Trygd
Viðgerð av dátum
Fólkaheilsustýrið savnar persónsdátur við heimild í Ll. nr. 62 frá 17. juni 2005 um gransking í mannaílegum (Ílegulógin) Sbrt. § 3, stk. 1 er endamálið hjá Fólkaheilsustýrinum at skipa, byggja upp og fyrisita Vevnaðarskránna, Diagnosuskránna og Ættarbandsskránna.
Dátuábyrgdari
Fólkaheilsustýrið er dátuábyrgdari og ger møguligar forkanningar og viðger umsóknir til at granska í upplýsingunum, sum liggja í skráunum.
Dátuviðgerð
Upplýsingarnar, sum vit varða av, kunnu nýtast til ílegugransking. Áðrenn ein granskingarverkætlan kann fara í gongd krevst:
- Góðkenning frá Vísindasisemisnevndini
- Uppfylla krøv í Persónsdátulógini
- Kliniskur ábyrdgahavi (Heilsustarvsfólk við løggilding, ið hevur tilknýti til tað føroyska heilsuverkið)
- Samtykki frá luttakara
Trygd
Granskarar skulu kenna og fylgja KT-trygdarpolitikkinum og brúkaraleiðreglunum hjá Fólkaheilsustýrinum, skulu undirskriva brúkaraváttan og avtalu um dátuviðgerð við Fólkaheilsustýrið, áðrenn ein granskingarverkætlan fer í gongd.
Samband
Stjóri
Bjarni á Steig
Bjarni@folkaheilsustyrid.fo
Varastjóri
Guðrið Andorsdóttir
gudrid@folkaheilsustyrid.fo
591020
Dátuverndarfólk (DPO)
Hildigunn Thomsen
hildigunn@folkaheilsustyrid.fo
304700