logo
Útgivið 03. oktober 2023

Trý nýggj filmsbrot til ABC fyri sálarliga heilsu


Fyri góðum tveimum árum síðani framleiddi ABC fyri sálarliga heilsu eitt av fyrstu 3D- animatiónsfilmsbrotunum í Føroyum. Nú eru trý nýggj filmsbrot í 3D tøk, ið hava somu figurar sum fyrsti filmurin, og fleiri eru lagdir afturat.

Síðan apríl 2021 hevur ein 3D animatiónsfilmur, ið greiðir frá boðskapinum í ABC fyri sálarliga heilsu, verið at sæð á ymiskum kunningarskíggjum kring landið, t.d. í bíðirúmum á Landssjúkrahúsinum og á sosialum miðlum.

Ein nýggj herferð verður framleidd til hvørja ABC viku, og til ABC vikuna í ár hevur Fólkaheilsustýrið avgjørt at halda fram við 3D universinum við stuttligu bláu og gulu figurunum. Filmsbrotini hesaferð eru málrættað til ung. Filmarnir taka støði í evninum fyri ABC vikuna í ár, ið er “Nærumhvørvið og eg – saman um sálarliga heilsu”. 

Tríggjar ymiskar løtumyndir

Høvuðsboðskapurin í filmunum er, at tað skal ikki so nógv til fyri at styrkja nærumhvørvið og trivnaðin og at hetta er nakað, vit kunnu gera í felag.

Fyrsti filmurin snýr seg um nakrar næmingar í einum fríkorteri, ið liggja og slappa av saman, uttan at koma hvørjum øðrum við - inntil ein fær eitt hugskot.

Næsti filmurin snýr seg um nøkur, ið ferðast í almenna rúminum og sita í hvør síni verð, inntil ein óheppin støða vekir ans og skapar møguleika fyri at vera virkin saman um felags áhugamál.

Triði filmurin snýr seg um, at tað at arbeiða fyri eini felags søk og vilja gera mun saman kann styrkja sálarligu heilsuna. 

Endamálið er, at filmsbrotini kunnu brúkast á ymiskum skíggjum á skúlum, í almenna rúminum, sosialum miðlum, í Gevið Gætur í Kringvarpinum og til framløgur og tiltøk.

Tað ber til at venda sær til Fólkaheilsustýrið fyri at fáa filmarnar til kunningarskíggjar o.a.

Filmarnir eru at síggja her:

Filmur 1: Borðtennis

Filmur 2: Dansa

Filmur 3: Aktivisma

Onnur kunning

  1. Útgivið 27. nov. 2023
    Vinnararnir funnir
  2. Útgivið 24. nov. 2023
    Átøk í ABC vikuni skapt nýggjar felagsskapir
  3. Útgivið 17. nov. 2023
    Tíðindaskriv: 5.104 ferðir takk
  4. Útgivið 14. nov. 2023
    Hevur tú diabetes?
  5. Útgivið 13. nov. 2023
    Freistin er á midnátt
  6. Útgivið 03. nov. 2023
    Tíðindaskriv: Hvussu hevur tú tað, føroyingur?
  7. Útgivið 18. okt. 2023
    FarGen tørvar menn
  8. Útgivið 16. okt. 2023
    Hvussu ber til at fáa eitt heilt samfelag at trívast?
  9. Útgivið 05. okt. 2023
    Koppsetingar 2023/2024
  10. Útgivið 29. sep. 2023
    Virkin oktober fyri triðju ferð!
  11. Útgivið 27. sep. 2023
    ABC vika við 50 almennum tiltøkum
  12. Útgivið 20. sep. 2023
    Hvussu hevur tú tað?
  13. Útgivið 15. sep. 2023
    FarGen á Breddanum
  14. Útgivið 13. sep. 2023
    ABC samstarvsfundur hesaferð hjá Eiðis kommunu
  15. Útgivið 06. sep. 2023
    Prime í Føroyum
  16. Útgivið 31. aug. 2023
    FarGen: Tørv á fleiri sjúkum
  17. Útgivið 17. aug. 2023
    Føroysk ung uppliva endaleysar valmøguleikar og órealistiskar væntanir
  18. Randi Saxov, leiðsluskrivari, og Katrin E. Danielsen, fulltrúi
    Útgivið 05. jul. 2023
    Nýggj starvsfólk
  19. Útgivið 04. jul. 2023
    Mettu seg hava tað betri undir fyrstu koronubylgju
  20. Útgivið 30. jun. 2023
    Nýggj føðslutilmæli til frama fyri heilsu og umhvørvi