logo
Útgivið 08. mars 2024

Samstarvsavtala við Genomisk Medisin á Ríkissjúkrahúsinum


Í síðstu viku vóru umboð fyri Fólkaheilsustýrið á vitjan hjá Deildini fyri Genomisk Medisin á Ríkissjúkrahúsinum, og høvið varð nýtt til formelt at undirskriva samstarvsavtalu, sum longu er fingin í lag.

Genomisk Medisin arbeiðir út frá slóðbrótandi tilgongdini um, at vitan um genomið (ílegurnar) kann verða brúkt til at seta diagnosu og viðgera sjúku munadyggari. Hetta verður vanliga rópt persónlagað medisin. Grundfestið í persónlagaðum medisini er, at ílegusamansetingin hjá einstaklinginum hevur ávirkan á, hvussu viðkomandi tekur ímóti medisinskari viðgerð, og hvussu ávísar sjúkur raka viðkomandi. Tí er kortleggingin av genominum ein týðandi liður í menningini av persónlagaðum medisini og er sostatt eitt stig á vegnum at kunna veita miðvísari viðgerð.

FarGen og persónlagað medisin

Eitt av aðalendamálunum við FarGen hevur frá byrjan verið at skapa grundarlag fyri persónlagaðum medisini í Føroyum. Samstarvið við Deildina fyri Genomisk Medisin stuðlar undir henda partin við tað, at vit fáa ein samstarvsfelaga við drúgvum royndum á økinum at standa fyri sjálvari lesingini av genomunum hjá teimum 3.500 luttakarunum í FarGen 2. Fyrstu genomini frá FarGen 2 verða eftir ætlan send Deildini fyri Genomisk Medisin til lesingar seinni í ár. Genomdáturnar verða síðani fluttar til Fólkaheilsustýrið, har tær verða í varðveitslu.

Deildin fyri Genomisk Medisin er staðsett á Ríkissjúkrahúsinum, og stórur dentur verður lagdur á samstarvið við klinisku deildirnar fyri at stuðla undir verksetingina av persónlagaðum medisini. Málið er eisini, at samstarvið skal geva íblástur til, hvussu vit kunnu menna henda partin í Føroyum.

Á myndunum síggjast Maria Rossing, deildarstjóri fyri Deildina fyri Genomisk Medisin, og Bjarni á Steig, stjóri í Fólkaheilsustýrinum.

Onnur kunning

  1. Útgivið 22. apr. 2024
    Tíðindaskriv: Vit viga ov nógv
  2. Útgivið 17. apr. 2024
    Gransking krevur samtykki
  3. Útgivið 16. apr. 2024
    Fólkaheilsufrøðingur til Fólkaheilsustýrið
  4. Útgivið 21. mar. 2024
    Føroyingar roykja nógv meira enn aðrir norðurlendingar
  5. Útgivið 19. mar. 2024
    Løgfrøðingur til Fólkaheilsustýrið
  6. Útgivið 01. mar. 2024
    ABC samstarvsfundur og nýggjur samstarvsfelagi
  7. Útgivið 22. feb. 2024
    FarGen miðvísari til verka
  8. Útgivið 09. feb. 2024
    Stovnarin av ABC fyri sálarliga heilsu vitjar í Føroyum
  9. Útgivið 01. feb. 2024
    PKU-kortini hjá føroyingum flyta til Føroya
  10. Útgivið 29. jan. 2024
    Vend í tølunum fyri umfarssjúkur
  11. Útgivið 23. jan. 2024
    Kanningartilboð av nýføðingum víðkað til 25 sjúkur
  12. Útgivið 10. jan. 2024
    Visit Faroe Islands Meetings skrivað grein um ABC
  13. Útgivið 05. jan. 2024
    Móttøka í Fólkaheilsustýrinum
  14. Útgivið 02. jan. 2024
    Tíðindaskriv: Farsóttarøkið á føroyskar hendur
  15. Útgivið 28. des. 2023
    Ver virkin í 31 dagar
  16. Útgivið 27. des. 2023
    Almenn móttøka í Fólkaheilsustýrinum
  17. Útgivið 22. des. 2023
    Jóla- og nýggjársheilsan
  18. Útgivið 21. des. 2023
    Legg av 2024
  19. Útgivið 04. des. 2023
    Jólakalendari hjá Fólkaheilsustýrinum
  20. Útgivið 27. nov. 2023
    Vinnararnir funnir