logo
Útgivið 09. februar 2024

Stovnarin av ABC fyri sálarliga heilsu vitjar í Føroyum


Robert Donovan, ið hevur stovnað ABC fyri sálarliga heilsu, kemur til Føroya á vitjan í komandi viku, og í hesum sambandi verða nakrar almennar framløgur um ABC fyri sálarliga heilsu.

Í 2002 stovnaði Robert Donovan, professari, átakið Act Belong Commit í Vesturavstralia, ið er átakið sum vit í Føroyum kenna sum ABC fyri sálarliga heilsu. Seinastu árini hava fleiri lond sett ABC fyri sálarliga heilsu í verk, og í februar vitjar Robert Donovan nøkur teirra. Føroyar eru fyrsta ABC landið, hann vitjar á túrinum, og er hetta aðru ferð, at hann vitjar í Føroyum. Fyrstu ferð, hann var her, var í 2016, tá fyrstu fyrireikingarnar til at seta ABC fyri sálarliga heilsu í verk í Føroyum vóru í gongd.

Í sambandi við vitjanina hjá Robert Donovan skipar Fólkaheilsustýrið fyri almennum framløgum um ABC fyri sálarliga heilsu, hósdagin 15. februar kl. 09.30-11.30 í Kongshøll á Fróðskaparsetrið Føroya á Vestrara Bryggju í Havn. Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin. Fyrilestrarnir eru viðkomandi fyri øll, ið eru áhugað at skapa betri sálarliga heilsu í Føroyum.

Skráin er henda:

  • Vælkomin, v/Bjarna á Steig, stjóra í Fólkaheilsustýrinum
  • ABC á Setrinum og í gransking, v/Magna Mohr, Dekani og professara á Fróðskaparsetri Føroya
  • How it all began and 21 reasons for implementing ABCs of Mental Health, v/Robert Donovan, professara og  stovnara av Act Belong Commit (ABC)
  • ABC fyri sálarliga heilsu í Føroyum, v/Moniku Mohr, Fulltrúa í Fólkaheilsustýrinum og verkætlanarleiðara fyri ABC í Føroyum
  • ABC úrslit úr “Hvussu hevur tú tað?” frá 2023, v/Vár Honnudóttir, Fólkaheilsufrøðingi í Fólkaheilsustýrinum

Onnur kunning

  1. Útgivið 22. apr. 2024
    Tíðindaskriv: Vit viga ov nógv
  2. Útgivið 17. apr. 2024
    Gransking krevur samtykki
  3. Útgivið 16. apr. 2024
    Fólkaheilsufrøðingur til Fólkaheilsustýrið
  4. Útgivið 21. mar. 2024
    Føroyingar roykja nógv meira enn aðrir norðurlendingar
  5. Útgivið 19. mar. 2024
    Løgfrøðingur til Fólkaheilsustýrið
  6. Útgivið 08. mar. 2024
    Samstarvsavtala við Genomisk Medisin á Ríkissjúkrahúsinum
  7. Útgivið 01. mar. 2024
    ABC samstarvsfundur og nýggjur samstarvsfelagi
  8. Útgivið 22. feb. 2024
    FarGen miðvísari til verka
  9. Útgivið 01. feb. 2024
    PKU-kortini hjá føroyingum flyta til Føroya
  10. Útgivið 29. jan. 2024
    Vend í tølunum fyri umfarssjúkur
  11. Útgivið 23. jan. 2024
    Kanningartilboð av nýføðingum víðkað til 25 sjúkur
  12. Útgivið 10. jan. 2024
    Visit Faroe Islands Meetings skrivað grein um ABC
  13. Útgivið 05. jan. 2024
    Móttøka í Fólkaheilsustýrinum
  14. Útgivið 02. jan. 2024
    Tíðindaskriv: Farsóttarøkið á føroyskar hendur
  15. Útgivið 28. des. 2023
    Ver virkin í 31 dagar
  16. Útgivið 27. des. 2023
    Almenn móttøka í Fólkaheilsustýrinum
  17. Útgivið 22. des. 2023
    Jóla- og nýggjársheilsan
  18. Útgivið 21. des. 2023
    Legg av 2024
  19. Útgivið 04. des. 2023
    Jólakalendari hjá Fólkaheilsustýrinum
  20. Útgivið 27. nov. 2023
    Vinnararnir funnir