logo
Útgivið 27. september 2023

ABC vika við 50 almennum tiltøkum


Eins og undanfarin ár verður ABC vikan á skránni í oktober. Hóast ABC vikan er í viku 40, eru fleiri ABC samstarvsfelagar, sum skipa fyri tiltøkum bæði í viku 39 og í viku 41, og tí fevnir skráin til ABC vikuna hesaferð um nærum tríggjar vikur við heili 50 tiltøkum. Fyrstu tiltøkini í skránni eru longu í dag.

Nærumhvørvið og eg – saman um sálarliga heilsu

Evnið fyri vikuna í ár er “Nærumhvørvið og eg – saman um sálarliga heilsu”. Nærumhvørvið snýr seg í hesum førinum um tey støðini, sum vit flyta okkum millum í gerandisdegnum. Nærumhvørvið kann hava neiliga ávirkan á sálarligu heilsuna, men tað kann eisini í stóran mun vera sálarliga heilsufremjandi, og vit kunnu í felag ávirka sálarligu heilsuna hvørt hjá øðrum. Nærumhvørvið kann vera heimið, grannalag, arbeiðspláss, frítíðarítriv og ymisk støð í skúlanum, sum t.d. í flokkinum og fríkorterinum.

Summi av tiltøkunum í ABC vikuni í ár kunnu vera við til at styrkja nærumhvørvið hjá borgarum og skapa møguleika fyri at blíva partur av nýggjum felagsskapum, ið kunnu halda fram eftir ABC vikuna.

Tiltøkini í ABC vikuni hava ein sera breiðan málbólk, so okkurt er fyri bæði stór og smá. Tiltøkini eru samlað í eini ABC skrá, ið gevur eitt yvirlit yvir tiltøk kring landið. Umframt almennu tiltøkini skipa fleiri samstarvsfelagar eisini fyri innanhýsis átøkum. Tað eru kommunur, stovnar og feløg í ABC fyri sálarliga heilsu, sum skipa fyri innihaldinum í ABC skránni.

Trý nýggj filmsbrot

Endamálið við ABC vikuni er at skapa tilvit og varpa ljós á sálarliga heilsu við upplýsandi tilfari og tiltøkum, sum samstarvsfelagar í ABC fyri sálarliga heilsu skipa fyri. Umframt eina ABC skrá, hevur Fólkaheilsustýrið eisini framleitt trý nýggj filmsbrot, ið taka støði í evninum fyri ABC vikuna í ár, og eru hesi serliga ætlað ungum. Filmstilfarið hjá ABC fyri sálarliga heilsu hevur ofta havt ein breiðan málbólk, og tørvur hevur verið á at framleiða tilfar málrættað ungum. Kanningar hjá Fólkaheilsustýrinum vísa, at tey ungu eru tey, sum serliga meta seg vera ringast fyri sálarliga, og at tað eru ymisk viðurskifti, ið ávirka sálarligu heilsuna hjá teimum ungu. Nýggju filmarnir kunnu geva íblástur til at skapa nærumhvørvi, sum fremja sálarliga heilsu. Filmarnir verða almannakunngjørdir í viku 40 og verða serliga at síggja á sosialu miðlunum.

Til ber at taka ABC skránna niður her.

Vita, um okkurt er í ABC skránni fyri teg ella onkran, tú kennir, og bjóða gjarna øðrum við til tiltøkini.

Góða ABC viku

Fólkaheilsustýrið

 

 

Onnur kunning

  1. Útgivið 30. apr. 2024
    Vestmanna kommuna samstarvsfelagi í ABC
  2. Útgivið 22. apr. 2024
    Tíðindaskriv: Vit viga ov nógv
  3. Útgivið 17. apr. 2024
    Gransking krevur samtykki
  4. Útgivið 16. apr. 2024
    Fólkaheilsufrøðingur til Fólkaheilsustýrið
  5. Útgivið 21. mar. 2024
    Føroyingar roykja nógv meira enn aðrir norðurlendingar
  6. Útgivið 19. mar. 2024
    Løgfrøðingur til Fólkaheilsustýrið
  7. Útgivið 08. mar. 2024
    Samstarvsavtala við Genomisk Medisin á Ríkissjúkrahúsinum
  8. Útgivið 01. mar. 2024
    ABC samstarvsfundur og nýggjur samstarvsfelagi
  9. Útgivið 22. feb. 2024
    FarGen miðvísari til verka
  10. Útgivið 09. feb. 2024
    Stovnarin av ABC fyri sálarliga heilsu vitjar í Føroyum
  11. Útgivið 01. feb. 2024
    PKU-kortini hjá føroyingum flyta til Føroya
  12. Útgivið 29. jan. 2024
    Vend í tølunum fyri umfarssjúkur
  13. Útgivið 23. jan. 2024
    Kanningartilboð av nýføðingum víðkað til 25 sjúkur
  14. Útgivið 10. jan. 2024
    Visit Faroe Islands Meetings skrivað grein um ABC
  15. Útgivið 05. jan. 2024
    Móttøka í Fólkaheilsustýrinum
  16. Útgivið 02. jan. 2024
    Tíðindaskriv: Farsóttarøkið á føroyskar hendur
  17. Útgivið 28. des. 2023
    Ver virkin í 31 dagar
  18. Útgivið 27. des. 2023
    Almenn móttøka í Fólkaheilsustýrinum
  19. Útgivið 22. des. 2023
    Jóla- og nýggjársheilsan
  20. Útgivið 21. des. 2023
    Legg av 2024