logo
Útgivið 21. mars 2024

Føroyingar roykja nógv meira enn aðrir norðurlendingar


Nýggj kanning vísir, at 18 % av føroyingum roykja dagliga, og tað er ein nógv størri prosentpartur enn í hinum Norðurlondunum. Gongdin í grannalondunum hevur leingi verið, at alt færri fólk roykja, men hjá okkum stendur at kalla í stað.

Hetta vísa nýggj tøl hjá Fólkaheilsustýrinum úr stóru fólkaheilsukanningini ”Hvussu hevur tú tað?” frá í heyst. Omanfyri 5.000 føroyingar millum 18 og 85 ár luttóku í kanningini. Somu kanningar frá 2015 og 2019 vístu, at ávikavist 19 % og 17 % av føroyingum royktu hvønn dag, so støðan er so at siga óbroytt.

Á øðrum plássi fyri dagligar roykjarar í Norðurlondum liggur Danmark við 12 %, sum er heili seks prosentstig lægri enn í Føroyum. Í hinum endanum liggja Svøríki og Ísland, har 6 % av fólkinum siga seg roykja dagliga.

Ørkymlandi tøl

- Støðan er ørkymlandi, tí vit vita, hvussu vandamikil royking er fyri heilsuna, sigur Bjarni á Steig, stjóri í Fólkaheilsustýrinum. - Vit eiga tí at taka hesi tølini í størsta álvara og arbeiða miðvíst við átøkum, sum kunnu minka um roykingina millum føroyingar.

Sambært kanningini eru fleiri kvinnur enn menn, sum roykja dagliga – ávikavist 19 % og 17 %. Flestu dagligu roykjararnir hjá kvinnunum eru í aldrinum 35-54 ár, har uml. fjórða hvør kvinna roykir. Hjá monnunum liggur tað meira javnt, og um fimti hvør maður millum 25 og 64 ár roykir hvønn dag.

Í yngstu aldursbólkunum tykist gongdin vera ein onnur, og hjá teimum 18-24 ára gomlu eru tølini týðiliga fallandi. Verður samanborið við 2015 er talið á dagligum roykjarum hjá monnum minkað niður í eina helvt (10 %) og hjá kvinnunum niður í ein triðing (7 %). Umráðandi er tó at leggja afturat, at tølini fyri aðrar nikotinvørur hjá hesum aldursbólkinum samstundis vaksa greitt sambært somu kanning. Hesi tølini verða klár at leggja fram seinni í vár.

Hugburður til royking

Tað góða er, at omanfyri 80 % av teimum, ið roykja hvønn dag, siga, at tey fegin vilja leggja av. Kanningin spyr eisini um hugburð til ymisk fyribyrgingarátøk í sambandi við royking og sølu av tubbaki, og umleið triði hvør av teim spurdu heldur, at tað hevði verið eitt gott hugskot, um sølan av tubbaki varð avmarkað til at fara fram á útvaldum støðum so sum einum tubbakshandli e.l.

Fleiri hagtøl og meira kunning um kanningarúrslitini um royking eru at finna í hesi frágreiðingini

Onnur kunning

  1. Útgivið 22. apr. 2024
    Tíðindaskriv: Vit viga ov nógv
  2. Útgivið 17. apr. 2024
    Gransking krevur samtykki
  3. Útgivið 16. apr. 2024
    Fólkaheilsufrøðingur til Fólkaheilsustýrið
  4. Útgivið 19. mar. 2024
    Løgfrøðingur til Fólkaheilsustýrið
  5. Útgivið 08. mar. 2024
    Samstarvsavtala við Genomisk Medisin á Ríkissjúkrahúsinum
  6. Útgivið 01. mar. 2024
    ABC samstarvsfundur og nýggjur samstarvsfelagi
  7. Útgivið 22. feb. 2024
    FarGen miðvísari til verka
  8. Útgivið 09. feb. 2024
    Stovnarin av ABC fyri sálarliga heilsu vitjar í Føroyum
  9. Útgivið 01. feb. 2024
    PKU-kortini hjá føroyingum flyta til Føroya
  10. Útgivið 29. jan. 2024
    Vend í tølunum fyri umfarssjúkur
  11. Útgivið 23. jan. 2024
    Kanningartilboð av nýføðingum víðkað til 25 sjúkur
  12. Útgivið 10. jan. 2024
    Visit Faroe Islands Meetings skrivað grein um ABC
  13. Útgivið 05. jan. 2024
    Móttøka í Fólkaheilsustýrinum
  14. Útgivið 02. jan. 2024
    Tíðindaskriv: Farsóttarøkið á føroyskar hendur
  15. Útgivið 28. des. 2023
    Ver virkin í 31 dagar
  16. Útgivið 27. des. 2023
    Almenn móttøka í Fólkaheilsustýrinum
  17. Útgivið 22. des. 2023
    Jóla- og nýggjársheilsan
  18. Útgivið 21. des. 2023
    Legg av 2024
  19. Útgivið 04. des. 2023
    Jólakalendari hjá Fólkaheilsustýrinum
  20. Útgivið 27. nov. 2023
    Vinnararnir funnir