logo
Útgivið 22. apríl 2024

Tíðindaskriv: Vit viga ov nógv


Tað gongur skeivan veg við vektini hjá føroyingum. Nýggj tøl hjá Fólkaheilsustýrinum vísa, at alt størri partur av fólkinum í Føroyum livir við yvirvekt, og í okkara parti av heiminum teljast vit nú millum tey londini, har lutfalsliga flest fólk viga ov nógv.

Hetta staðfestir stóra fólkaheilsukanningin “Hvussu hevur tú tað?” frá 2023,  har góðir 5.000 føroyingar svaraðu spurningum um heilsu, sjúku og trivnað. Út frá upplýsingum í kanningini er BMI, sum er eitt roknað lutfall millum hædd og vekt, ásett fyri luttakararnar. Liggur BMI-talið á 25 ella hægri, verður tað mett sum yvirvekt.

Kanningin vísir, at 66 % av føroyingum hava eitt BMI uppá 25 ella hægri. Sostatt viga tveir av trimum føroyingum ov nógv. Í 2015 lá talið á 58 %, og í 2019 var tað vaksið til 62 %, so gongdin má sigast at vera negativ. Ein størri partur av monnunum (73 %) hevur eitt BMI uppá 25 ella hægri samanborið við kvinnur (59 %). Hjá báðum kynum eru lutfalsliga flest við yvirvekt í aldursbólkinum 55-64 ár – ávikavist 82 % hjá monnum og 65 % hjá kvinnum.

Alheims fólkaheilsutrupulleiki

Samanbera vit føroysku BMI-tølini við tey í øðrum londum, er støðan ikki góð. Við teim 66 % av fólkinum, ið hava BMI uppá 25 ella hægri, liggja Føroyar millum ovastu londini í einum yvirliti hjá OECD, oman fyri øll hini Norðurlondini og á støði við USA og Bretland. Hóast støðan ikki er eins ring allastaðni, so er gongdin hin sama kring allan heim, og alt fleiri fólk liva við yvirvekt.

Yvirvekt er tískil ein stórur alheims fólkaheilsutrupulleiki og ein týðandi vandatáttur fyri nógvar sjúkur, so sum hjartakarsjúkur, typu 2 diabetes, krabbamein, fertilitetstrupulleikar og at doyggja ov tíðliga. Harumframt hevur yvirvekt ofta við sær stigmatisering.

- Avbjóðingin við yvirvekt er vorðin so stór, at vit mugu viðurkenna, at talan er um ein samfelagstrupulleika, sigur Vár Honnudóttir, fólkaheilsufrøðingur og verkætlanarleiðari fyri “Hvussu hevur tú tað?”.  Tí eiga vit eisini sum samfelag at taka ábyrgd og vera við til at loysa trupulleikan við at fremja og stuðla undir fyribyrgjandi og heilsufremjandi átøk.

Fyrivarni við BMI

BMI tekur ikki hædd fyri býti av feitti og vøddum í kroppinum, og tí skulu fyrivarni takast fyri at brúka BMI á einstaklingastigi. Mett verður tó, at á samfelagsstigi er BMI eitt einfalt og objektivt mát fyri at meta um vektstøðuna í t.d. einum landi.

Fleiri hagtøl og meira kunning um kanningarúrslitini um vekt úr "Hvussu hevur tú tað?" eru at finna í hesi frágreiðingini.

 

Onnur kunning

  1. Útgivið 30. apr. 2024
    Vestmanna kommuna samstarvsfelagi í ABC
  2. Útgivið 17. apr. 2024
    Gransking krevur samtykki
  3. Útgivið 16. apr. 2024
    Fólkaheilsufrøðingur til Fólkaheilsustýrið
  4. Útgivið 21. mar. 2024
    Føroyingar roykja nógv meira enn aðrir norðurlendingar
  5. Útgivið 19. mar. 2024
    Løgfrøðingur til Fólkaheilsustýrið
  6. Útgivið 08. mar. 2024
    Samstarvsavtala við Genomisk Medisin á Ríkissjúkrahúsinum
  7. Útgivið 01. mar. 2024
    ABC samstarvsfundur og nýggjur samstarvsfelagi
  8. Útgivið 22. feb. 2024
    FarGen miðvísari til verka
  9. Útgivið 09. feb. 2024
    Stovnarin av ABC fyri sálarliga heilsu vitjar í Føroyum
  10. Útgivið 01. feb. 2024
    PKU-kortini hjá føroyingum flyta til Føroya
  11. Útgivið 29. jan. 2024
    Vend í tølunum fyri umfarssjúkur
  12. Útgivið 23. jan. 2024
    Kanningartilboð av nýføðingum víðkað til 25 sjúkur
  13. Útgivið 10. jan. 2024
    Visit Faroe Islands Meetings skrivað grein um ABC
  14. Útgivið 05. jan. 2024
    Móttøka í Fólkaheilsustýrinum
  15. Útgivið 02. jan. 2024
    Tíðindaskriv: Farsóttarøkið á føroyskar hendur
  16. Útgivið 28. des. 2023
    Ver virkin í 31 dagar
  17. Útgivið 27. des. 2023
    Almenn móttøka í Fólkaheilsustýrinum
  18. Útgivið 22. des. 2023
    Jóla- og nýggjársheilsan
  19. Útgivið 21. des. 2023
    Legg av 2024
  20. Útgivið 04. des. 2023
    Jólakalendari hjá Fólkaheilsustýrinum