logo
Útgivið 29. januar 2024

Vend í tølunum fyri umfarssjúkur


Heystið og veturin eru háárstíð fyri nógvar umfarssjúkur. Fólkaheilsustýrið heldur eyga við gongdini í smittutølunum fyri sjúkurnar og staðfestir, at ávísar sjúkur í andaleiðini hava gjørt nógv um seg í vetur, m.a. kikhosti. Smittutølini tykjast nú at vera minkandi, men enn verður mælt til at vísa fyrivarni.

Eyðkennið fyri umfarssjúkur er, at tær ganga í umførum - harav navnið. Einstøku sjúkurnar kunnu liggja at kalla í dvala í nøkur ár, fyri síðani okkurt árið at taka dik á seg og í ávísum førum menna seg til eina farsótt. Soleiðis hevur verið við kikhostasmittuni, og seinastu fýra mánaðirnar eru um 45 tilburðir staðfestir, og sostatt er talan um eina farsótt. Smittutilburðirnir fyri aðrar sjúkur í andaleiðini, t.d. Mycoplasma Pneumoniae og COVID-19, hava eisini verið nógvir seinastu tíðina, men talan er tó ikki um nakra óvanliga øking fyri hesa árstíðina.

Smittutølini minka

Nýggjasta uppgerðin frá Rannsóknarstovuni hjá Sjúkrahúsverkinum vísir, at smittutølini fyri kikhosta, COVID-19 og Mycoplasma Pneumoniae eru minkandi, men kortini verður heitt á fólk um at vera varin. Nakrir tilburðir av kikhosta eru staðfestir í ár, og tilmælið er tí framvegis at verja børn undir 2 ár fyri smittu og at vera serliga ansin við børnum, sum ikki eru liðugt koppsett.

Háarstíðin fyri influensu er vanliga millum desember og mars, og nýggjasta uppgerðin vísir eisini, at tølini byrjaðu at vaksa nakað undan jólum.

Uppgerðin frá Sjúkrahúsverkinum vísir gongdina í staðfestum smittutilburðum fyri fýra sjúkur í andaleiðini, sum eru staðfestir á Rannsóknarstovuni hjá Sjúkrahúsverkinum í tíðarskeiðnum 17. juli 2023-16. jan. 2024. Uppgerðin vísir einans tilburðir, sum eru staðfestir á Rannsóknarstovu, men tølini haðani plaga at vera ein góð ábending um gongdina sum heild.

Kikhosti

Kikhosti stendst av eini bakteriu, sum smittar við dropum í luftini, t.d. við hosta og njósan. Kikhosti er sermerktur við hostaherðindum og ríkjandi andadrátti eftir herðindini. Kikhosti kann vera vandamikil fyri pinkubørn. Sambært barnakoppsetingarætlanini fær barnið koppseting fyri kikhosta, tá tað er 3, 5 og 12 mánaðir og aftur, tá tað er 5 ár.

COVID

COVID-19 stendst av ígerð av virusinum SARS-CoV-2. Tey flestu fáa lutfalsliga mild sjúkutekin, sum líkjast krími ella beinkrími, men summi gerast álvarsliga sjúk við ávirkan á niðaru andaleiðina og onnur gøgn.

Mycoplasma Pneumoniae

Mycoplasma Pneumoniae er ein bakteriuígerð. Sjúkutekinini líkjast beinkrími við ógvusligum, turrum hosta, møði, høvuðpínu og ilt í hálsinum. Tey flestu hava fepur, men hann er ikki so høgur sum við vanligum lungnabruna og beinkrími, og tí verður sjúkan ofta rópt kaldur lungnabruni. Sjúkan víkir frá vanligum lungnabruna við tað, at hon er sera langdrigin og kann strekkja seg yvir 3-4 vikur.

Influensa A+B

Influensa stendst av ígerð við influensuvirus í ovaru andaleiðini. Influensa er serkend vetrarsjúka, og hon vísir seg í bylgjum, sum vara 6-10 vikur í tíðarskeiðnum des-mars. Vanliga herjar influensa einar tvær ferðir í eitt tíggjuáraskeið so ógvusliga, at talan er um eina veruliga farsótt. Tá kunnu upp í 20 % av fólkinum verða rakt av sjúkuni, og vanliga hevur tað við sær øking í innleggingum og deyðatølum millum eldri og veik.

Fyribyrging

Hóast smittutølini nú ganga niðureftir, eru framvegis góð ráð at heinta um, hvussu til ber at fyribyrgja smittu:

  • Verð heima, um tú ert sjúk/ur
  • Hosta og njós í ermuna
  • Vaska tær um hendurnar ella brúka sóttreinsandi evni
  • Ger reint, serliga yvirflatar, sum nógv nerta við
  • Lufta væl út 

Onnur kunning

  1. Útgivið 22. apr. 2024
    Tíðindaskriv: Vit viga ov nógv
  2. Útgivið 17. apr. 2024
    Gransking krevur samtykki
  3. Útgivið 16. apr. 2024
    Fólkaheilsufrøðingur til Fólkaheilsustýrið
  4. Útgivið 21. mar. 2024
    Føroyingar roykja nógv meira enn aðrir norðurlendingar
  5. Útgivið 19. mar. 2024
    Løgfrøðingur til Fólkaheilsustýrið
  6. Útgivið 08. mar. 2024
    Samstarvsavtala við Genomisk Medisin á Ríkissjúkrahúsinum
  7. Útgivið 01. mar. 2024
    ABC samstarvsfundur og nýggjur samstarvsfelagi
  8. Útgivið 22. feb. 2024
    FarGen miðvísari til verka
  9. Útgivið 09. feb. 2024
    Stovnarin av ABC fyri sálarliga heilsu vitjar í Føroyum
  10. Útgivið 01. feb. 2024
    PKU-kortini hjá føroyingum flyta til Føroya
  11. Útgivið 23. jan. 2024
    Kanningartilboð av nýføðingum víðkað til 25 sjúkur
  12. Útgivið 10. jan. 2024
    Visit Faroe Islands Meetings skrivað grein um ABC
  13. Útgivið 05. jan. 2024
    Móttøka í Fólkaheilsustýrinum
  14. Útgivið 02. jan. 2024
    Tíðindaskriv: Farsóttarøkið á føroyskar hendur
  15. Útgivið 28. des. 2023
    Ver virkin í 31 dagar
  16. Útgivið 27. des. 2023
    Almenn móttøka í Fólkaheilsustýrinum
  17. Útgivið 22. des. 2023
    Jóla- og nýggjársheilsan
  18. Útgivið 21. des. 2023
    Legg av 2024
  19. Útgivið 04. des. 2023
    Jólakalendari hjá Fólkaheilsustýrinum
  20. Útgivið 27. nov. 2023
    Vinnararnir funnir