logo
Útgivið 20. september 2023

Hvussu hevur tú tað?


Fólkaheilsustýrið fer við umfatandi spurnakanning at greina heilsustøðuna hjá føroyingum.

8.000 tilvildarliga valdir føroyingar fáa í hesum døgum innbjóðing sendandi um at luttaka í fólkaheilsukanningini ”Hvussu hevur tú tað?”.  Talan er um eina spurnakanning um heilsu, trivnað og sjúku. Málið er at fáa til vega vitan, sum kann brúkast til at meta um fólkaheilsuna í Føroyum. Kanningin útvegar upplýsingar um heilsustøðuna hjá føroyingum sum heild, sum heilsuverk og myndugleikar kunnu brúka sum grundarlag fyri at leggja til rættis og raðfesta átøk á heilsuøkinum.

Afturvendandi kanning
Kanningin fer fram á Vanganum, har luttakarar fáa boð við einari kalendaraáminning, um at teir eru bodnir við. Upplýsingar frá kanningini verða brúktar til at gera hagfrøðiligar greiningar av heilsustøðuni kring landið beint nú. Hetta er triðju ferð, at spurt verður, hvussu føroyingar hava tað. Sama kanning varð gjørd í 2015 og í 2019, og tí ber til at gera samanberingar og meta um eina møguliga gongd, eins og úrslitini kunnu samanberast við líknandi kanningar í grannalondum okkara.

Luttøkan er dulnevnd, tvs. at Fólkaheilsustýrið hevur ikki atgongd til svarini hjá einstaka luttakaranum, men sær bert, um luttakarin hevur svarað ella ikki.

Breið umboðan
Hagfrøðisliga virðið á kanningini er tongt at luttakaratalinum, so tess fleiri svara, tess meira eftirfarandi eru kanningarúrslitini. Umráðandi er eisini, at fáa breiða umboðan úr øllum landinum, og at bæði menn og kvinnur í øllum aldri millum 18 og 85 ár luttaka. Fólkaheilsustýrið heitir tí á øll tey, sum hava fingið innbjóðing, um at taka væl ímóti kanningini og geva sítt íkast við at svara, hvussu tey hava tað.

Onnur kunning

  1. Útgivið 04. des. 2023
    Jólakalendari hjá Fólkaheilsustýrinum
  2. Útgivið 27. nov. 2023
    Vinnararnir funnir
  3. Útgivið 24. nov. 2023
    Átøk í ABC vikuni skapt nýggjar felagsskapir
  4. Útgivið 17. nov. 2023
    Tíðindaskriv: 5.104 ferðir takk
  5. Útgivið 14. nov. 2023
    Hevur tú diabetes?
  6. Útgivið 13. nov. 2023
    Freistin er á midnátt
  7. Útgivið 03. nov. 2023
    Tíðindaskriv: Hvussu hevur tú tað, føroyingur?
  8. Útgivið 18. okt. 2023
    FarGen tørvar menn
  9. Útgivið 16. okt. 2023
    Hvussu ber til at fáa eitt heilt samfelag at trívast?
  10. Útgivið 05. okt. 2023
    Koppsetingar 2023/2024
  11. Útgivið 03. okt. 2023
    Trý nýggj filmsbrot til ABC fyri sálarliga heilsu
  12. Útgivið 29. sep. 2023
    Virkin oktober fyri triðju ferð!
  13. Útgivið 27. sep. 2023
    ABC vika við 50 almennum tiltøkum
  14. Útgivið 15. sep. 2023
    FarGen á Breddanum
  15. Útgivið 13. sep. 2023
    ABC samstarvsfundur hesaferð hjá Eiðis kommunu
  16. Útgivið 06. sep. 2023
    Prime í Føroyum
  17. Útgivið 31. aug. 2023
    FarGen: Tørv á fleiri sjúkum
  18. Útgivið 17. aug. 2023
    Føroysk ung uppliva endaleysar valmøguleikar og órealistiskar væntanir
  19. Randi Saxov, leiðsluskrivari, og Katrin E. Danielsen, fulltrúi
    Útgivið 05. jul. 2023
    Nýggj starvsfólk
  20. Útgivið 04. jul. 2023
    Mettu seg hava tað betri undir fyrstu koronubylgju