logo
Útgivið 30. juni 2023

Nýggj føðslutilmæli til frama fyri heilsu og umhvørvi


Norðurlendsku føðslutilmælini fyri 2023 vórðu løgd fram á NNR-ráðstevnuni í Reykjavík í farnu viku. Nýggju tilmælini vísa á, at kostur, sum er góður fyri heilsuna ofta eisini er góður fyri umhvørvið. Yvirskipað verður mælt til meira planturíkan kost, meira fisk og minni kjøt.

Eitt djarvt stig fyri burðardyggum kosti. Soleiðis ljóðaði ein av yvirskriftunum, tá NNR2023, Nordic Nutrition Recommendations, vórðu løgd fram á ráðstevnu hjá Norðurlendska ráðharraráðnum í síðstu viku. Her verður sipað til, at nýggjastu tilmælini umframt atlit til heilsuna nú á fyrsta sinni eisini taka atlit til umhvørvið. NNR er vísindaliga grundarlagið fyri føðslutilmælum og matvørugrundaðu kostráðunum í Norðurlondum og í baltisku londunum, og lagt verður við hesum upp til, at burðardygd og heilsa ganga hond í hond, tá tilmæli verða gjørd fyri heilsugóðan kost.

NNR2023 er sætta útgávan av norðurlendsku føðslutilmælunum hjá Norðurlendska ráðharraráðnum.  Frágreiðingin byggir á eitt vísindaligt undirstøði, har hundraðtals granskarar og serfrøðingar í Norðurlondum og aðrastaðni í heiminum eiga lut í frágreiðingini.

 – NNR2023 leggur fram besta, tøka grundarlagið fyri, hvussu vit kunnu eta til frama fyri heilsuna hjá okkum sjálvum og klótuni. Avgerðin um at taka umhvørvisatlit við í hesa útgávuna er í samsvari við okkara altjóða samtyktir og við norðurlendsku visjónina um at verða mest burðardygga og samfelda økið í heiminum í 2030, sigur Karen Ellemann, aðalskrivari í Norðurlendska ráðharraráðnum.

Kosttilmælini

NNR2023 hevur kannað ávirkanina av ymsum føðsluevnum og matvørubólkum, og við støði í kanningunum eru nógvar dagføringar gjørdar í tilmælunum í mun til seinastu frágreiðingina frá 2012.

Fyri at eta heilsu- og umhvørvisvinaligan kost mælir frágreiðingin m.a. til í høvuðsheitum at eta planturíkan kost, nógvan fisk og minni kjøt.

Neyvari frágreiðingar um kanningarnar og tilmælini eru at finna í sjálvari frágreiðingini.

Føroysk kostráð

Umboð fyri Fólkaheilsustýrið luttóku á ráðstevnuni. Tey staðfesta, at sameiningin millum heilsuligu og umhvørvisligu atlitini í nýggju tilmælunum eyðsæð leggur upp til umleggingar í okkara kostmynstri. Tó er neyðugt at taka støði í lokalum viðurskiftum, tá ið arbeitt verður við ítøkiligum kostráðum í ymsu londunum. Í hesum sambandi er neyðugt at fáa til vega viðkomandi føroysk hagtøl at nýta sum grundarlag.

Frágreiðingin leggur eisini upp til, at NNR2023 veitir eitt granskingargrundað undirstøði við tilmælum fyri heilsu, kostnýtslu og umhvørvisávirkan. So er tað lagt út til myndugleikar og politisku skipanirnar at gera ítøkilig kostráð hvør sær á landsstigi, har atlit verður tikið til eitt nú matframleiðslu og atgeingi í lokaløkjunum, eins og hædd verður tikin fyri mentanarligum viðurskiftum.

Treytað av politiskum vilja er næsta stig at seta saman ein føroyskan arbeiðsbólk við umboðum frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Fólkaheilsustýrinum og øðrum viðkomandi stovnum, sum saman kunnu standa fyri at menna almenn kostráð fyri Føroyar við støði í nýggju norðurlendsku tilmælunum.

Frágreiðingin kann lesast í fullari longd her

Onnur kunning

  1. Útgivið 29. sep. 2023
    Virkin oktober fyri triðju ferð!
  2. Útgivið 27. sep. 2023
    ABC vika við 50 almennum tiltøkum
  3. Útgivið 20. sep. 2023
    Hvussu hevur tú tað?
  4. Útgivið 15. sep. 2023
    FarGen á Breddanum
  5. Útgivið 13. sep. 2023
    ABC samstarvsfundur hesaferð hjá Eiðis kommunu
  6. Útgivið 06. sep. 2023
    Prime í Føroyum
  7. Útgivið 31. aug. 2023
    Tørv á fleiri sjúkum
  8. Útgivið 17. aug. 2023
    Føroysk ung uppliva endaleysar valmøguleikar og órealistiskar væntanir
  9. Randi Saxov, leiðsluskrivari, og Katrin E. Danielsen, fulltrúi
    Útgivið 05. jul. 2023
    Nýggj starvsfólk
  10. Útgivið 04. jul. 2023
    Mettu seg hava tað betri undir fyrstu koronubylgju
  11. Útgivið 26. jun. 2023
    Høvuðsrøðari á ráðstevnu um smittusjúkur
  12. Útgivið 09. mai 2023
    ABC fyri sálarliga heilsu vekir ans á altjóða ráðstevnu
  13. Útgivið 21. apr. 2023
    Framløga um sálarheilsu hjá ungum í Føroyum
  14. Útgivið 29. mar. 2023
    Fyrilestur: Gengransking til persónlagað medisin
  15. Útgivið 15. mar. 2023
    Leiðsluskrivari til Fólkaheilsustýrið
  16. Útgivið 03. mar. 2023
    Dyrgja eftir mannfólki, eysturoyingum og fólki yvir 70 ár
  17. Útgivið 12. jan. 2023
    Fólkaheilsustýrið farið at virka
  18. Útgivið 29. des. 2022
    Ver virkin við okkum í januar!
  19. Útgivið 10. nov. 2022
    Góð sálarlig heilsa samband við lægri miss í framleiðslu
  20. Útgivið 10. jun. 2022
    Nýggj teori um arvalag byggir á føroyskar dátur