logo
Útgivið 26. juni 2023

Høvuðsrøðari á ráðstevnu um smittusjúkur


Í farnu viku hildu 90 granskarar og onnur frá tveimum systurstarvsstovum á lærdum háskúlum í París og New York innanhýsis ráðstevnu í Føroyum. Heitið á ráðstevnuni var Second International Symposium on Inborn Errors of Immunity (IEI) in the Northern Atlantic, og granskarar á stovnunum arbeiða einamest við genetikk í sambandi við smittusjúku.

Noomi O. Gregersen frá Fólkaheilsustýrinum luttók sum høvuðsrøðari á ráðstevnuni, og greiddi hon frá um úrslitini frá FarGen 1 (2016-2018), eins og hon nart við bygnað og kanningar í næsta stigi av FarGen, sum er í gongd við at útvega luttakarar í løtuni. Noomi er verkætlanarleiðari fyri FarGen, sum síðani 1. jan. í ár hevur ligið undir Fólkaheilsustýrinum.

Tær báðar starvsstovurnar eru Casanova Lab, St. Giles Laboratory of Human Genetics of Infectious Diseases, Rockefeller University og Laboratory of Human Genetics of Infectious Diseases INSERM/Paris Descartes University.

Onnur kunning

  1. Útgivið 29. sep. 2023
    Virkin oktober fyri triðju ferð!
  2. Útgivið 27. sep. 2023
    ABC vika við 50 almennum tiltøkum
  3. Útgivið 20. sep. 2023
    Hvussu hevur tú tað?
  4. Útgivið 15. sep. 2023
    FarGen á Breddanum
  5. Útgivið 13. sep. 2023
    ABC samstarvsfundur hesaferð hjá Eiðis kommunu
  6. Útgivið 06. sep. 2023
    Prime í Føroyum
  7. Útgivið 31. aug. 2023
    Tørv á fleiri sjúkum
  8. Útgivið 17. aug. 2023
    Føroysk ung uppliva endaleysar valmøguleikar og órealistiskar væntanir
  9. Randi Saxov, leiðsluskrivari, og Katrin E. Danielsen, fulltrúi
    Útgivið 05. jul. 2023
    Nýggj starvsfólk
  10. Útgivið 04. jul. 2023
    Mettu seg hava tað betri undir fyrstu koronubylgju
  11. Útgivið 30. jun. 2023
    Nýggj føðslutilmæli til frama fyri heilsu og umhvørvi
  12. Útgivið 09. mai 2023
    ABC fyri sálarliga heilsu vekir ans á altjóða ráðstevnu
  13. Útgivið 21. apr. 2023
    Framløga um sálarheilsu hjá ungum í Føroyum
  14. Útgivið 29. mar. 2023
    Fyrilestur: Gengransking til persónlagað medisin
  15. Útgivið 15. mar. 2023
    Leiðsluskrivari til Fólkaheilsustýrið
  16. Útgivið 03. mar. 2023
    Dyrgja eftir mannfólki, eysturoyingum og fólki yvir 70 ár
  17. Útgivið 12. jan. 2023
    Fólkaheilsustýrið farið at virka
  18. Útgivið 29. des. 2022
    Ver virkin við okkum í januar!
  19. Útgivið 10. nov. 2022
    Góð sálarlig heilsa samband við lægri miss í framleiðslu
  20. Útgivið 10. jun. 2022
    Nýggj teori um arvalag byggir á føroyskar dátur