logo
Útgivið 03. juni 2024

Tíðindaskriv: Nikotin vandamikið fyri børn og ung


Úrvalið av nikotinvørum er so stórt sum ongantíð áður, og serliga tey ungu taka væl ímóti vørunum, sum eru at fáa í alskyns skapum, litum og smakkum. Henda gongdin er ørkymlandi, tí nikotin kann elva til varandi mein - serliga hjá børnum og ungum. Heilsustýrið varpar við nýggjum kunningarfilmi ljós á skaðiliga virknaðin av nikotini.

Sigarettir og aðrar tubbaksvørur hava leingi verið høvuðskeldan til nikotin í Føroyum. Seinastu árini er útboðið av nikotinvørum tó broytt munandi, og nikotin fæst í dag í m.a. nikotinposum, snúsi, tyggitubbaki og e-sigarettum. Marknaðarføringin av vørunum vísir, at framleiðararnir eyðsæð leggja seg eftir at raka tey ungu við litríkum vørum, sum smakka av eitt nú kola, jarðberum ella myntu. Ætlanin tykist at rigga, tí millum ung eru alternativu nikotinvørurnar í dag betur umtóktar enn sigarettir.

Nýtt rák

Fólkaheilsukanningin, ”Hvussu hevur tú tað?” frá 2023, staðfestir nevniliga, at 29,2 % av monnunum og 17 % av kvinnunum millum 18 og 24 ár siga seg brúka snús dagliga. Til samanberingar liggja hesi tølini fyri allar aldursbólkar samlað á ávikavist 10,7 % fyri menn og 2,4 % fyri kvinnur. Hjá teimum 25-34 ára gomlu liggur nýtslan eisini væl oman fyri samlaða miðaltalið fyri allar aldursbólkar hjá báðum kynum.

Kanningin gevur eisini ábendingar um, at talan er um eitt nýtt rák, tí lutfalsliga nógv færri í yngru enn teimum eldru aldursbólkunum siga seg ongantíð hava roynt snús. Í aldursbólkinum 18-24 ár sigur bert triðjihvør maður og minni enn onnurhvør kvinna seg ongantíð hava roynt snús. Samanborið við allar aldursbólkar samlað liggja hesi tølini á 69,9 % hjá monnum og 88,4 % hjá kvinnum.

Øktur innflutningur

Innflutningstøl benda somuleiðis á, at talan er um eitt nýtt nýtslumynstur í Føroyum. Tøl hjá Hagstovuni vísa, at innflutningurin av snúsi og skrátubbaki í vekt er hækkaður við knøppum 2,5 tonsum síðani 2010, og at innflutningsvirðið er tíggjufaldað sama tíðarskeið.

Skilt verður millum tvey sløg av snúsposum: teir brúnu, sum innihalda bæði tubbak og nikotin, og teir hvítu, sum einans innihalda nikotin. Innflutningstølini skyna ikki millum sløgini, men fólkaheilsukanningin vísir, at hvítu posarnir eru serliga vælumtóktir millum ungfólk. Hvítu posarnir eru tó eisini skaðiligir. Samanborið við sigarettina er einki lógarásett hámark fyri, hvussu nógv nikotin snúsposarnir kunnu innihalda, og ein nikotinposi kann innihalda meira nikotin enn fleiri sigarettir tilsamans. Í Føroyum eru heldur eingi krøv um, at nøgdin av nikotini skal vera upplýst á snúsílatinum, og merkingin við ávaringarteksti er tilvildarlig.

Skaðiligt fyri unga heilan

Gransking vísir, at tá børn og ung brúka nikotin, kann tað elva til varandi mein í heilanum. Heilin er ikki liðugt mentur fyrr enn um 25-30 ára aldur, og til tá er hann serliga viðbrekin fyri ávirkan uttanífrá, eitt nú frá nikotini. Nikotin virkar krøkjandi og økir eisini um vandan fyri bundinskapi at øðrum rúsevnum. Harumframt kann nikotinnýtsla hjá børnum og ungum eitt nú elva til trupulleikar við at hugsavna seg, øktan vanda fyri sálarsjúku og hjartaæðrasjúku seinni í lívinum, eins og nikotin skaðar bæði tenn og tannkjøt.

Heilsustýrið hevur føroyskað ein kunnandi film hjá danska Vidensråd for Forebyggelse, sum upplýsir um vandan hjá børnum og ungum við at brúka nikotin. Hugsanin er, at skúlar, stovnar, frítíðarfelagsskapir og onnur kunnu brúka filmin til kunnandi tiltøk fyri ung og foreldur o.a.

Filmurin er tøkur her.

Fleiri hagtøl og meira kunning um kanningarúrslitini um snús úr "Hvussu hevur tú tað?" eru at finna í frágreiðing, sum er tøk her.

Onnur kunning

  1. Útgivið 18. jun. 2024
    Starvslesandi til Heilsustýrið
  2. Útgivið 14. jun. 2024
    Kunningartiltak um Genomisk Medicin og FarGen
  3. Útgivið 12. jun. 2024
    Tíðindaskriv: Ættarbandsskráin tøk í Vanga-appini
  4. Útgivið 11. jun. 2024
    Samstarv um føroysk kostráð
  5. Útgivið 31. mai 2024
    Tíðindaskriv: Fólkaheilsustýrið skift navn til Heilsustýrið
  6. Útgivið 22. mai 2024
    Leiðreglur fyri reingerð
  7. Útgivið 14. mai 2024
    ES-kommisjónin viðurkennir ABC fyri sálarliga heilsu
  8. Útgivið 30. apr. 2024
    Vestmanna kommuna samstarvsfelagi í ABC
  9. Útgivið 22. apr. 2024
    Tíðindaskriv: Vit viga ov nógv
  10. Útgivið 17. apr. 2024
    Gransking krevur samtykki
  11. Útgivið 16. apr. 2024
    Fólkaheilsufrøðingur til Fólkaheilsustýrið
  12. Útgivið 21. mar. 2024
    Føroyingar roykja nógv meira enn aðrir norðurlendingar
  13. Útgivið 19. mar. 2024
    Løgfrøðingur til Fólkaheilsustýrið
  14. Útgivið 08. mar. 2024
    Samstarvsavtala við Genomisk Medisin á Ríkissjúkrahúsinum
  15. Útgivið 01. mar. 2024
    ABC samstarvsfundur og nýggjur samstarvsfelagi
  16. Útgivið 22. feb. 2024
    FarGen miðvísari til verka
  17. Útgivið 09. feb. 2024
    Stovnarin av ABC fyri sálarliga heilsu vitjar í Føroyum
  18. Útgivið 01. feb. 2024
    PKU-kortini hjá føroyingum flyta til Føroya
  19. Útgivið 29. jan. 2024
    Vend í tølunum fyri umfarssjúkur
  20. Útgivið 23. jan. 2024
    Kanningartilboð av nýføðingum víðkað til 25 sjúkur