logo
Útgivið 31. mai 2024

Tíðindaskriv: Fólkaheilsustýrið skift navn til Heilsustýrið


Fyrrverandi Fólkaheilsustýrið eitur nú Heilsustýrið. Navnabroytingin hendir í sambandi við, at Løgtingið samtykti uppskot um nýggja ílegulóg hin 15. mai. Nýggja Ílegulógin, sum varð lýst í kunngerð í gjár, loysir av gomlu Ílegulógina frá 2005.

Endamálið við lógini er, eins og við undanfarnu lóg, serliga at tryggja rættindini hjá teimum, hvørs vevnaður og dátur verða brúkt til gransking. 

Umframt navnabroytingina er ein av høvuðsbroytingunum, at eitt nýtt økið er felt inn í lógina: ein sonevnd genomskrá, sum Heilsustýrið skal menna og umsita. Genomskráin inniheldur ílegudátur og úrslit av ílegukanningum, sum verða goymd til gransking og persónlagað medisin. FarGen er partur av nýggju genomskránni hjá Heilsustýrinum.

Fólkaheilsustýrið fór at virka 1. jan. 2023, tá virksemið hjá Ílegusavninum, Fólkaheilsuráðnum og lutvíst Deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu varð savnað. Í Heilsustýrinum starvast í løtuni 19 fólk, og stjóri er Bjarni á Steig.

Onnur kunning

  1. Útgivið 18. jun. 2024
    Starvslesandi til Heilsustýrið
  2. Útgivið 14. jun. 2024
    Kunningartiltak um Genomisk Medicin og FarGen
  3. Útgivið 12. jun. 2024
    Tíðindaskriv: Ættarbandsskráin tøk í Vanga-appini
  4. Útgivið 11. jun. 2024
    Samstarv um føroysk kostráð
  5. Útgivið 03. jun. 2024
    Tíðindaskriv: Nikotin vandamikið fyri børn og ung
  6. Útgivið 22. mai 2024
    Leiðreglur fyri reingerð
  7. Útgivið 14. mai 2024
    ES-kommisjónin viðurkennir ABC fyri sálarliga heilsu
  8. Útgivið 30. apr. 2024
    Vestmanna kommuna samstarvsfelagi í ABC
  9. Útgivið 22. apr. 2024
    Tíðindaskriv: Vit viga ov nógv
  10. Útgivið 17. apr. 2024
    Gransking krevur samtykki
  11. Útgivið 16. apr. 2024
    Fólkaheilsufrøðingur til Fólkaheilsustýrið
  12. Útgivið 21. mar. 2024
    Føroyingar roykja nógv meira enn aðrir norðurlendingar
  13. Útgivið 19. mar. 2024
    Løgfrøðingur til Fólkaheilsustýrið
  14. Útgivið 08. mar. 2024
    Samstarvsavtala við Genomisk Medisin á Ríkissjúkrahúsinum
  15. Útgivið 01. mar. 2024
    ABC samstarvsfundur og nýggjur samstarvsfelagi
  16. Útgivið 22. feb. 2024
    FarGen miðvísari til verka
  17. Útgivið 09. feb. 2024
    Stovnarin av ABC fyri sálarliga heilsu vitjar í Føroyum
  18. Útgivið 01. feb. 2024
    PKU-kortini hjá føroyingum flyta til Føroya
  19. Útgivið 29. jan. 2024
    Vend í tølunum fyri umfarssjúkur
  20. Útgivið 23. jan. 2024
    Kanningartilboð av nýføðingum víðkað til 25 sjúkur