logo
Útgivið 29. mars 2023

Fyrilestur: Gengransking til persónlagað medisin


Hósdagin 30. mars kl. 14.00 fer Kaja Wasik frá Variant Bio at hava framløgu í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn um fyrstu úrslitini frá granskingarsamstarvinum við FarGen. Framløgan kallast "Populatiónsgenetisk gransking nýtt til persónslagað medisin: Eitt samstarv millum FarGen og Variant Bio".

Nortið verður við øki sum populatiónsgenetikk, uppruna, ílegusamanseting og skyldskap millum føroyingar. Eisini fer hon at vísa á ábendingar um positiva selektión og geva innlit í ávís heilsuøki hjá føroyingum.

FarGen er staðsett undir Fólkaheilsustýrinum, sum er stovnur undir Heilsumálaráðnum. FarGen 2 er eitt samstarv millum Fólkaheilsustýrið, Københavns Universitet, Sjúkrahúsverkið, Ríkissjúkrahúsið og amerikansku fyritøkuna Variant Bio.

Variant Bio arbeiðir við at menna viðgerðir, sum kunnu bøta um alheims heilsuna við at granska ílegur hjá fólkabólkum, sum víkja frá, tá talan er um ávísar sjúkur.

- Vit stovnaðu Variant Bio, tí vit meta, at vitan liggur í humana genominum, sum kann broyta mátan, sum vit menna heilivág, sigur Kaja Wasik.

- Tað er umráðandi fyri okkum, at Variant Bio byggir á eitt etiskt grundarlag, og vit leggja dent á at arbeiða við virðing fyri privatlívinum hjá einstaka luttakaranum. Harumframt viðurkenna vit íkastið hjá luttakarunum við góðgerðartiltøkum, so sum at stuðla heilsuverkinum, burðardyggari menning, útbúgving, gransking ella førleikamenning í lokalsamfelagnum. 

Síggj ein stuttan film um Variant Bio og granskingarsamstarvið um FarGen her.

Kaja Wasik, ph.d.

Kaja Wasik er ein av stovnarunum og vísindarligur leiðari fyri amerikansku fyritøkuni, Variant Bio. Variant Bio arbeiðir við at menna viðgerðir, sum kunnu bøta um heilsuna á alheims stigi við at granska ílegur hjá fólkabólkum, sum víkja frá, tá talan er um ávísar sjúkur.

Kaja hevur MA í politiskum vísindum og MSc í lívfrøði frá Warszawa Universiteti í Póllandi. Eisini er hon ph.d. í mýlskari lívfrøði frá Cold Spring Harbor Laboratory í USA. Eftir lokna ph.d. tók hon eina post-doc á New York Genome Center. Har stovnaði hon sína fyrstu fyritøku, Gencove, sum arbeiðir við low-pass-sekventering saman við cloud-grundaðum kanningum og imputing forritum sum eitt alternativ til genotypu array.

Onnur kunning

  1. Útgivið 29. sep. 2023
    Virkin oktober fyri triðju ferð!
  2. Útgivið 27. sep. 2023
    ABC vika við 50 almennum tiltøkum
  3. Útgivið 20. sep. 2023
    Hvussu hevur tú tað?
  4. Útgivið 15. sep. 2023
    FarGen á Breddanum
  5. Útgivið 13. sep. 2023
    ABC samstarvsfundur hesaferð hjá Eiðis kommunu
  6. Útgivið 06. sep. 2023
    Prime í Føroyum
  7. Útgivið 31. aug. 2023
    Tørv á fleiri sjúkum
  8. Útgivið 17. aug. 2023
    Føroysk ung uppliva endaleysar valmøguleikar og órealistiskar væntanir
  9. Randi Saxov, leiðsluskrivari, og Katrin E. Danielsen, fulltrúi
    Útgivið 05. jul. 2023
    Nýggj starvsfólk
  10. Útgivið 04. jul. 2023
    Mettu seg hava tað betri undir fyrstu koronubylgju
  11. Útgivið 30. jun. 2023
    Nýggj føðslutilmæli til frama fyri heilsu og umhvørvi
  12. Útgivið 26. jun. 2023
    Høvuðsrøðari á ráðstevnu um smittusjúkur
  13. Útgivið 09. mai 2023
    ABC fyri sálarliga heilsu vekir ans á altjóða ráðstevnu
  14. Útgivið 21. apr. 2023
    Framløga um sálarheilsu hjá ungum í Føroyum
  15. Útgivið 15. mar. 2023
    Leiðsluskrivari til Fólkaheilsustýrið
  16. Útgivið 03. mar. 2023
    Dyrgja eftir mannfólki, eysturoyingum og fólki yvir 70 ár
  17. Útgivið 12. jan. 2023
    Fólkaheilsustýrið farið at virka
  18. Útgivið 29. des. 2022
    Ver virkin við okkum í januar!
  19. Útgivið 10. nov. 2022
    Góð sálarlig heilsa samband við lægri miss í framleiðslu
  20. Útgivið 10. jun. 2022
    Nýggj teori um arvalag byggir á føroyskar dátur