logo
Útgivið 03. mars 2022

Gransking í tarmbrunasjúkum


IBD er ein stytting fyri enska heitið Inflammatory Bowel Disease, ið er eitt felagsheiti fyri kronisku tarmbrunasjúkurnar Crohns Disease og Ulcerosa Colitis.

Føroyska IBD-granskingarverkætlanin er eitt samstarv ímillum føroysku stovnarnar; Fróðskaparsetrið, Landssjúkrahúsið, FarGen og Ílegusavnið, ið hevur sett sær fyri at kanna, hví heimsins hægsti títtleiki av tarmbrunasjúklingum er at finna í Føroyum. Granskingin var tann fyrsta, ið nágreiniliga hugdi at lutfallinum av tarmbakteriubólkum, eisini nevnt mikrobiomið, hjá IBD-sjúklingum sammett við frískar føroyingar, og varð løgd til rættis soleiðis, at vit fingu ein tvørskurð av føroyska mikrobiominum. Marjun á Fríðriksmørk Berbisá varð tilknýtt IBD-verkætlanararbeiðinum í samband við kandidatútbúgving frá Aarhus Universitet, við Amandu Vang sum verkætlanarvegleiðara frá Fróðskaparsetrinum, og hevur gjørt alt kanningararbeiðið í starvstovunum hjá iNOVA í Tórshavn. Luttakararnir umboðaðu øll økini í landinum, eitt breitt aldursbýti, javnt kynsbýti, javnt býti av nýggjum og gomlum Ulcerative Colitis (UC)-sjúklingum osfr. Hetta tryggjar dygdargóð úrslit, ið kunnu sammetast við tey hjá líknandi verkætlanum aðrastaðni í heiminum.

Altjóða gransking hevur staðfest, at mikrobiomið í tarminum hevur alstóra ávirkan á okkara heilsustøðu. Tískil er tað av stórum týdningi, at vit nú hava fingið kunnleika til, hvussu mikrobiomið hjá føroyingum eru samansett. Samstørv ímillum fleiri viðurkendar granskingarstovnar hava ferð eftir ferð víst, at tarmbrunasjúklingar missa fjølbroytni í mikrobiominum sammet við frísk. Tískil var hetta eisini tann niðurstøðan, ið vit væntaðu okkum. Men nú er greitt, at úrslitið, sum fyriliggur, bleiv øðrvísi. Úrslitið er sera forvitnisligt og stimbrar sjálvsagt áhugan fyri áhaldandi gransking á økinum, so ymsar hypotesur kunnu verða nágreinaðar.

Vit hava staðfest, at mikrobiomið hjá frískum føroyingum ikki er øðrvísi enn tað hjá føroyingum við UC, – hvørki viðvíkjandi fjølbroytni ella nøgd av smáverum. Men hyggja vit nágreiniliga eftir flokkingareindunum, finna vit møguligar indikator-smáverur, ið eru hækkandi ella lækkandi hjá UC-sjúklingum sammett við frísk. Ein møgulig indikator-smávera er ein bakteria í flokkingareindini Verrucomicrobia, sum eitur Akkarmansia. Hon er sera týðandi fyri viðlíkahald av sunnum og mótstøðuførum tarmum, men hjá forholdsvís stórum parti av luttakarunum er Akkarmansia ikki at finna. Hetta sæst hjá 42% av UC-sjúklingum og 23% av frísku luttakarunum.

Tað er umráðandi at hava í huga, at úrslitið eru ein tvørskurður. Nágreinilig gransking krevst fyri at staðfesta, um møguligu indikator-smáverurnar kunnu nýtast sum amboð fyri sjúkugreining ella persónligari sjúkuviðgerð í framtíðini. Um fígging fæst til vega, er ætlanin at halda fram við hesum arbeiði, har vit hyggja at mikrobiominum hjá føroyingum við IBD, áðrenn tey byrja uppá heilivágsviðgerð sammett við tríggjar og seks mánaðir eftir, at viðgerðin er byrjað.

Vísindalig grein um kanningarúrslitini er júst komin út í vísindaliga tíðarritinum Inflammatory Bowel Diseases, sum er eitt viðurkent amerikanskt tíðarrit hjá American Crohns and Colitis Foundation, og kann lesast her

Arbeiðið varð fíggjað av

Gransingarráðnum í 2019: Verkætlanin, Eyðmerking av bakteriellari ójavnvág, sum orsøk til høga føroyska váðan fyri  tarmbrunasjúku, til Amandu Vang, PhD. adjungeraður adjunktur, Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi, Fróðskaparsetrið.

Novo Nordis Fonden: Latin til Johan Burisch MD, PhD, Herlev Hospital, serlækni innan gastroenterologi við serkunnleika innan IBD og góður samstarvspartnari hjá føroyska IBD granskingarbólkinum.

Sjúkrakassagrunnurin frá 2017 til 2020: Amanda Vang var sett í eitt 3-ára vísindastarv sum adjunktur í heilsuvísindum undir Høvðusøki 3.

Onnur kunning

  1. Útgivið 29. sep. 2023
    Virkin oktober fyri triðju ferð!
  2. Útgivið 27. sep. 2023
    ABC vika við 50 almennum tiltøkum
  3. Útgivið 20. sep. 2023
    Hvussu hevur tú tað?
  4. Útgivið 15. sep. 2023
    FarGen á Breddanum
  5. Útgivið 13. sep. 2023
    ABC samstarvsfundur hesaferð hjá Eiðis kommunu
  6. Útgivið 06. sep. 2023
    Prime í Føroyum
  7. Útgivið 31. aug. 2023
    Tørv á fleiri sjúkum
  8. Útgivið 17. aug. 2023
    Føroysk ung uppliva endaleysar valmøguleikar og órealistiskar væntanir
  9. Randi Saxov, leiðsluskrivari, og Katrin E. Danielsen, fulltrúi
    Útgivið 05. jul. 2023
    Nýggj starvsfólk
  10. Útgivið 04. jul. 2023
    Mettu seg hava tað betri undir fyrstu koronubylgju
  11. Útgivið 30. jun. 2023
    Nýggj føðslutilmæli til frama fyri heilsu og umhvørvi
  12. Útgivið 26. jun. 2023
    Høvuðsrøðari á ráðstevnu um smittusjúkur
  13. Útgivið 09. mai 2023
    ABC fyri sálarliga heilsu vekir ans á altjóða ráðstevnu
  14. Útgivið 21. apr. 2023
    Framløga um sálarheilsu hjá ungum í Føroyum
  15. Útgivið 29. mar. 2023
    Fyrilestur: Gengransking til persónlagað medisin
  16. Útgivið 15. mar. 2023
    Leiðsluskrivari til Fólkaheilsustýrið
  17. Útgivið 03. mar. 2023
    Dyrgja eftir mannfólki, eysturoyingum og fólki yvir 70 ár
  18. Útgivið 12. jan. 2023
    Fólkaheilsustýrið farið at virka
  19. Útgivið 29. des. 2022
    Ver virkin við okkum í januar!
  20. Útgivið 10. nov. 2022
    Góð sálarlig heilsa samband við lægri miss í framleiðslu