logo
Útgivið 10. juni 2022

Nýggj teori um arvalag byggir á føroyskar dátur


Fleiri tilburðir av illkynjaðum blóðsjúkum eru í Føroyum enn í øðrum londum. Serliga í ávísum familjum hevur tað víst seg, at nógvir tilburðir eru.

Í eini nýggjari grein í vísindaliga tíðarritinum Nature, í Scientific Reports, verður ein nýggj teori um arvalag, ið byggir á føroysk data, løgd fram. Víst verður til, at tað liggur til summar familjur at arva gen fyri blóðsjúkur, men at tað eisini krevur sonevndar epigenetiskar broytingar, um sjúkan skal vísa seg.

Bjarni á Steig, serlækni í blóðsjúkum á Landssjúkrahúsinum, er ein av rithøvundunum, ið hava skrivað greinina.

– Frá umleið 4-5.000 føroyingum í fleiri hundrað ár kom eitt boom, har ofta meira enn 10 børn komu fyri hvørji hjún. Tey fyrstu børnini løgdu epigenetiskt tilfar eftir sær hjá mammuni, sum so førdi tað víðari til næsta barn. Á hendan hátt høvdu tey seinastu børnini meira epigenetiskt tilfar, og tað kann føra til monoklonalar mutatiónir, greiðir hann frá.

Hann leggur afturat, at eisini aðrir faktorar eru viðvirkandi til, at ávísar blóðsjúkur eru vanligari í Føroyum enn aðrastaðni.

Nýggja greinin í Nature er ein uppfylging av eini slóðbrótandi grein um sama evni, sum kom út í Nature í februar 2019.

Greinin, ið hevur heitið “Meiotic drive in chronic lymphocytic leukemia compared with other malignant blood disorders”, kann lesast her.

Kelda: Gransking.fo

Onnur kunning

  1. Útgivið 29. sep. 2023
    Virkin oktober fyri triðju ferð!
  2. Útgivið 27. sep. 2023
    ABC vika við 50 almennum tiltøkum
  3. Útgivið 20. sep. 2023
    Hvussu hevur tú tað?
  4. Útgivið 15. sep. 2023
    FarGen á Breddanum
  5. Útgivið 13. sep. 2023
    ABC samstarvsfundur hesaferð hjá Eiðis kommunu
  6. Útgivið 06. sep. 2023
    Prime í Føroyum
  7. Útgivið 31. aug. 2023
    Tørv á fleiri sjúkum
  8. Útgivið 17. aug. 2023
    Føroysk ung uppliva endaleysar valmøguleikar og órealistiskar væntanir
  9. Randi Saxov, leiðsluskrivari, og Katrin E. Danielsen, fulltrúi
    Útgivið 05. jul. 2023
    Nýggj starvsfólk
  10. Útgivið 04. jul. 2023
    Mettu seg hava tað betri undir fyrstu koronubylgju
  11. Útgivið 30. jun. 2023
    Nýggj føðslutilmæli til frama fyri heilsu og umhvørvi
  12. Útgivið 26. jun. 2023
    Høvuðsrøðari á ráðstevnu um smittusjúkur
  13. Útgivið 09. mai 2023
    ABC fyri sálarliga heilsu vekir ans á altjóða ráðstevnu
  14. Útgivið 21. apr. 2023
    Framløga um sálarheilsu hjá ungum í Føroyum
  15. Útgivið 29. mar. 2023
    Fyrilestur: Gengransking til persónlagað medisin
  16. Útgivið 15. mar. 2023
    Leiðsluskrivari til Fólkaheilsustýrið
  17. Útgivið 03. mar. 2023
    Dyrgja eftir mannfólki, eysturoyingum og fólki yvir 70 ár
  18. Útgivið 12. jan. 2023
    Fólkaheilsustýrið farið at virka
  19. Útgivið 29. des. 2022
    Ver virkin við okkum í januar!
  20. Útgivið 10. nov. 2022
    Góð sálarlig heilsa samband við lægri miss í framleiðslu